Ongi úrslit

Kunnu verða sjúk av at eta hesar kjøtbollarnar

Glutenfríir kjøtbollar eru ikki glutenfríir kortini

Áki Bertholdsen
25. oktober 2024 kl. 17:30

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávar nú ímóti einum slagi av kjøtbollum, sum hava verið at fáa til keyps í Føroyum. Talan er um glutenfríar kjøtbollar, ella heilt ítøkiliga er takan um »Mou økologiske glutenfri kødboller«.

Talan er um hesar pakkarnar:

Nettovekt: 400 g

Framleiðtt tann: 12.09.2024

Best fyri: 06.03.2026

EAN-strikukota: 5 707196340143

Orsøkin til ávaringina er, at mjølbollar eru í nøkrum av pakkunum.

Fólk sum ikki tola gluten, ella hveiti eiga ikki at eta hesar bollarnar, tí tað kunnu tey verða sjúk av, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Tey, sum liggja inni við hesum bollunum, eiga tískil at koyra teir í skrell, ella at fara aftur í handilin við teimum 

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26