Ongi úrslit

Kristel Lisberg klár við nýggjum lagi:

“Sorry for You”

Jóhanna Højgaard
29. august kl. 14:00

Føroyska songkvinnan og sangskrivarin Kristel Lisberg gevur út nýtt staklag 29. august 2025. Lagið 'Sorry for You' er uppfylgjarin til 'Say Goodbye', ið kom út fyrr í ár.

Lagið er eitt sterkt og sjálvsikkurt countrypop-lag um at reisa seg eftir eitt “breakup” og finna styrkina í at standa sterk í sær sjálvari. ”Tað hevur eisini eitt sindur av ironi, og tað er sungið við einum smíli og glimt í eyganum” sigur Kristel.

“Eg fór til Nashville fyri at skriva sangir, og ‘Sorry for You’ varð skrivað á fyrstu ferðini har, eins og ‘Say Goodbye’. Henda ferðin merkti ein nýggja byrjan fyri meg – eg vildi skriva um at standa sterk sum kvinna. Tað er ikki altíð lætt og serliga í hesari bransjuni. Eitt er at føra seg fram sum sangarinna, men tað snýr seg eisini um at tora at pressa seg sjálva fram og opna sær tær hurðar, man ynskir sjálv,” sigur Kristel.

All in í country

Kristel er farin “all in” við countrygenruni og ferðast millum Føroyar, Keypmannahavn og Nashville. “Eg eri ikki bangin longur fyri at taka næsta stig, men heldur bangin fyri um eg ikki geri tað,” leggur hon afturat.

Seinnu árini hevur hon sett navn sítt fast, sum ein rødd á veg fram í altjóða countryheiminum, við løgum sum “It’s Killing Me”, “One Slow Burn” og “Say Goodbye”.

“Country hevur altíð verið ein stórur partur av røtunum hjá mær. Í Føroyum hevur tónleikurin eina djúpa rót – kanska tí havið er okkara prærie. Eg havi hoyrt søgur um, at sjómenn fóru til Kanada og tóku countryplátur við heim til Føroyar. Eg haldi at vit føroyingar kunnu serliga relatera til country tónleikin, tí søgunar snúgva seg oftast um lívið, fólkið og bygdarlívið. Eg hugsi at kanska man kann siga at okkara sjómenn vóru okkara ‘Ocean Cowboys’,” sigur Kristel við einum smíli.

Eitt lag vid einum uppbyggjandi boðskapi

Sorry for you” er eitt stuttligt og positivt lag, sum snýr seg um at standa sterkt, sjálvt um tú ert svikin.

“It’s his loss in the end – og so lati eg karma taka sær av restini,” leggur Kristel afturat og flennur. Lagið er skrivað saman við Quinn Loggins og Larry McCoy.

Nashville dream team aftanfyri

Lagið varð upptikið í Nashville í studionum hjá trummusláaranum Shannon Forrest (TOTO, Tim McGraw, Taylor Swift). Framleiðarin er Jimmy Ritchey (George Strait, Jake Owen), og millum teirra, ið spæla á upptøkuni, eru Rob McNelley (gittar hjá Carrie Underwood, Luke Combs) og Craig Young (bass hjá Elton John, Jewel, Post Malone).

Úrslitið er eitt fangandi og persónligt lag – ein fullkomin blanding av attitudu, groove og countrytraditión, framført við serstøku styrkini og nærveruni hjá Kristel Lisberg.

Lurta á Spotify her Sorry for you

Vit fara at hoyra meira til Kristel Lisberg og í næstum er hon at hoyra á konsertuni Nashville Night’s sum verdur í OY 6 septembur og eisini á Nashville Night's festivalinum í Danmark 12 -14 septembur.

Sí grein https://dimma.fo/grein/nashville-nights-kemur-til-foroya

Mest lisið hesa vikuna

Skal ungdómurin eggjast at droyma kommersielt?

29. august kl. 23:43

Stolnir málningar á rótikassanum

28. august kl. 13:32

Tvær bygdir í Suðuroy fáa grind í dag

Í gjár kl. 16:39

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

26. august kl. 12:15

Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið

Í gjár kl. 10:12

Háaktuelt: Vilmund á veg til Rødbygaard – brot úr lívssøgu hansara

29. august kl. 14:18