Ongi úrslit

Nashville Nights kemur til Føroya!

Tað verður eitt kvøld merkt av sterkum røddum, nærveru og søgum úr veruliga Nashville.

Jóhanna Højgaard
3. sepember kl. 21:00

Tann 6. september verður fyri fyrstu ferð høvi at uppliva Nashville Nights í Føroyum – við ektaðum Nashville-stíli og einum serstøkum konsertupplivilsi.

Hetta vælumtókta danska konsertkonseptið gevur áhoyrarunum eina heilt øðrvísi løtu, har seks altjóða country-artistar og sangskrivarar deila pallin í eini sonevndari Writers Round. Í tveimum settum framføra teir síni løg – annaðhvørt skrivað til kend countrynøvn ella útgivin av teimum sjálvum.

Tað verður eitt kvøld merkt av sterkum røddum, nærveru og søgum úr veruliga Nashville. Júst Writers Round-formatið hevur sín uppruna í Nashville, har óteljandi av heimsins kendastu countryløgum eru vorðin til. Tað ger hesa frumsýningina í Føroyum til eina heilt serliga, autentiska tónleikauppliving.

Síðani 2019 hevur Nashville Nights Festival hugtikið áhoyrarar í Danmark – og nú fáa vit endiliga sama møguleika her í Føroyum.

Á pallinum síggja vit:

• Blue Foley – Fleirfaldaður Grammy-nomineraður sangskrivari við hittum hjá m.a. Ashley McBryde (USA)

• Paton Taylor – Ein av mest spennandi nýggju røddunum í Nashville, við framførslum á Grand Ole Opry (USA)

• Gary Quinn – Altjóða viðurkendur countryartistur úr Norðurírlandi, heiðraður við sjey BCMA-virðislønum (UK)

• Kristel Lisberg – Sterk føroysk country-rødd við nýggjum løgum smíðaðum yviri í Nashville (FO)

• Stiko Per – Svenski “storytellarin”, sum fagnar lívinum, longslinum og kærleikanum í sínum sangum (SE)

• Matthew Douglas Simpson – Amerikanskur countryartistur við serligari kraft og innliving (USA)

Miss ikki hesa søguligu frumsýning av Nashville Nights – LIVE í OY!

Keyp tíni atgongumerki longu nú, og ver við til at skriva føroyska tónleikasøgu.

Keyp atgongumerki her

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

Í gjár kl. 20:36

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45