Ongi úrslit

Kristel hevur latið út nýtt staklag og kemur at spæla á VOX

Vit kunnu gleða okkum til at enn eitt nýtt staklag er á veg.

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 18:00

Songkvinnan við stóru røddini, Kristel Lisberg, gav 2. mai út eitt staklag kallað “Say Goodbye”

Hettar er eitt sera melodiøst countrylag, innspælt í Nashville.

Saman við einum visuelt flottum sjónbandi, hevur hettar lagið fingið ein rættan amerikanskan country-klang. 

Sí her Say Goodbye

Country er tann sjangran Kristel hevur roynt seg mest í tey seinastu árini, hóast hon eisini hevur verið úti um seg í poppheiminum.

Ikki hevur hon heldur síni evnir frá fremmandum, tí pápi hennara Jens Lisberg, hevur verið íðin innan føroyska country-heimin.

Kristel hevur latið út nógv løg ígjøgnum ár og dag. Hon skrivar nógv av sínum løgum sjálv, eitt nú lagið Septembur sum kom út í 2016, og er hettar ógvuliga persónligt fyri hana.

Tað er nevniliga skrivað til beiggja hennara, sum í 1999 doyði í trafikvanlukku, einans 19 ára gamal. 

Langt áðrenn, longu í 2003, gav hon út sína fyrsta útgávu “Aint No Love” og í 2014 kom lagið Without You

Eisini hevur hon latið av hondum In the lights, Contagious, og nýggjari løg sum countrylagið Its killing me, sum hevur fingið nógvar spælingar herheima og í donskum radio.

Hon fór síðani til Danmarkar og stillaði upp í X-Factor. Nøkur ár eftir hettar, bleiv hon boðin at luttaka í Dansk Melodi Grand Prix við lagnum Who Needs a Hearth.

Kristel fekk ferð á sína tónleika-yrkisleið við enn fleiri útgávum og frammførslum, bæði í Føroyum og úti í heimi.

Nú sleppa vit so aftur at uppliva hennara frálíku songrødd í Føroyum. Hon váttaði fyri fleiri miðlum í gjár, at hon fer at framføra á ársins OY Vox.

Hettar seinasta lagið Say Goodbye hevur hon skriva saman við lokalum sangskrivarum í Nashville, har hon eisini innspælir tónleik.

Kristel sigur sjálv, at tað átti at verið meira pláss til country. At country er kul og meira enn fólk ofta halda. Tað er ein sjangra sum útviklast allatíðina.

Eisini avdúkar Kristel nakað annað sum vit kunnu gleða okkum til. Enn eitt staklag er ávegis.

-Tað verður útgivið í næstum, sigur Kristel at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

3. juni kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

4. juni kl. 17:00

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

4. juni kl. 08:56

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

8 tímar síðan