Ongi úrslit

Koyrdi næstan tríggjar ferðir so skjótt sum loyvt er

Áki Bertholdsen
13. november kl. 07:44

Í gjár tók løgreglan fýra prutl í Havnini og tá ið tey vórðu kannað, vísti tað seg, at tey koyrdu øll fýra ov skjótt.

Í øllum førum var talan um lítil prutl, sum høvdu loyvi at koyra 30.

Trý prutl vórðu tikin í parkeringskjallaanum í SMS, og tey koyrdu øll nakrar og 50 kilometrar um tíman.

Tað fjórða prutlið varð tikið úti á Norðasta Horni og tá ið tað varð kannað, vísti tað seg, at tað koyrdi heilar 82,4 kilometrar um tíman, ella næstan tríggjar ferðir so skjótt, um loyvt er.

Førarin varð 16 ára gamal og hevði koyrikort til prutl, men tað missur hann nú.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35