Fontaines D.C. avbreyt teirra rockkonsert á Orange palli á Roskilde Festival, fyri at gera pláss fyri einari tíggju minuttir langari pro-Palestina mótmælisgongu.
Ein stórskýggji vísti tekstin “Ísrael fremur fólkadráp”
-Vit hava nakrar vinir við okkum, søgdu teir, og síðani rættu teir mikrofonina til pro-palestinskar aktivistar, sum róptu Frítt, Frítt Palestina! og onnur slagorð um Jerusalem á arabiskum.
Sangarinnan Mø fylgjur eisini hesari gongdini.
Hon steðgaði at spæla, og gav rúm fyri politiskari aktivismu undir síni egnu konsert á Roskilde Festival.
Har bjóðaði hon Greta Thunberg inn á Arena-pallin, fyri at markera at norðurlendska veðurlags-rættarsamgongan ella "Nordic Climate Justice Coalition" var sett á stovn.
Hettar er ein rørsla av ungum veðurlagsaktivistum úr Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi.
Saman við tveimum øðrum aktivistum framførdi Thunberg eitt talað orðastykki úr sanginum hjá Mø ’Heartbreak’, meðan onnur bóru merkir við ymiskum slagorðum upp á pallin.
Sambært tíðindaskrivi er framførslan ætlað sum ein friðarlig yvirlýsing, sum snýr seg um "tvørgangandi veðurlagsrættvísi."
Í tíðindaskrivinum stendur eisini, at norðurlendska veðurlagsrættarsamgongan stríðist ímóti "vistfrøðiligum kollapsi, kolonialari útnyttilsi og sosialum órættvísi.”
Boðskapurin um fólkadráp ella bardagarópið "Deyði til IDF" hoyrdist á NorthSide og Glastonbury festivalunum, eins og líknandi hevur verið at hoyra á øðrum tónleikafestivalum í bæði Evropa og USA.
Martin Krasnik, danskur journalistur, Sum eisini hevur jødiska bakgrund skrivar í weekendavisen
-Heimsins listafólk hava ein boðskap hesi árini, og tað hevur ongantíð snúð seg um ísraelska tónleikafestivalin Nova, har 365 ung vórðu avrættað í eini sadistiskari harðskapsorgie, sum var nógv verri enn ræðslan móti parisiska Bataclan ella samkynda náttklubbanum Pulse í Miami.
Fleiri yvirlivandi eru enn hildin gíslar í Gaza, men ikki eitt orð frá nøkrum bólki hevur verið at hoyrt um at minnast teir, ikki eitt róp um at sleppa gíslunum leysum, endar Krasnik.