Ongi úrslit

Kommunurnar mugu fáa størri rásarúm við grundstykkjum

Elsa Berg
26. oktober kl. 13:52

Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll. Sama, hvør inntøkan er.

Men landið hevur nú so stranga tulking av reglum fyri sølu av grundstykkjum, at tað kann vera torført hjá eina barnafamilju at keypa grundstykki í Tórshavnar kommunu. Tað ber ikki til.

Vit kunnu ikki hava kommunur og øki, har rík fólk búgva, og kommunur og øki, har onnur búgva. Styrkin við Føroyum er júst, at vit eru grannar, eisini hóast inntøkan er ymisk.

Men landsmyndugleikarnir forða kommununum at gera nakað við hetta.

Í svari til fyrispurning frá Anniku Olsen í Løgtinginum sigur landsstýrismaðurin í kommunumálum at: ”Ein kommuna í útgangsstøðinum ikki kann selja til kostprís (tað er útreiðslur, sum standast av jarðarkeypi og byggibúning) um marknaðarprísurin liggur hægri enn kostprísurin.”

Í Tórshavnar kommunu er marknaðarprísurin høgur, tí eftirspurningurin er stórur eftir grundstykkjum í pørtum av kommununi.

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu vil eg hava eina kommunu, har øll hava ráð at búgva – á bygd og í bý. Men við krøvunum frá landinum ber hetta nærum ikki til.

Ein barnafamilja eigur eisini at hava ráð at seta búgv í Tórshavnar kommunu. Skal hetta ber til, má landið geva kommunum størri rásarúm, tá grundstykkir skulu seljast til privatfólk.

Tórshavnar kommuna skal vera fyri øll.

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

19 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

Í gjár kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38