Kommunurnar hava fingið meiri í kassan - landskassin stendur í stað

Fýra kommunur hava fingið minni í kassan í fjør - og Havnin fór upp um milliardina

Áki Bertholdsen
6. januar 2025 kl. 14:08

Hjá teimum allarflestu kommununum hilnaðist ári í fjør betri enn 2023. Tað vísir ein uppgerð hjá Taks.

Uppgerðin vísir, at í fjør fingu kommunurnar kring landið góðar 2,5 milliardir inn í skatti, og tað eru góðar 154.700 krónur meiri enn í 2023. Í prosentum er talan um ein vøkstur upp á 6,54 prosent.

Tað eru bara fýra kommunur, sum hava fingið minni inn í skatti í fjør enn í 2023, men talan er um lítla afturgongd. Tað eru Eysturkommuna, sum fekk góðar 109,3 milliónir inn í skatti og tað eru 1,19 prosent minni enn í 2023.

Talan er eisini um Húsavíkar kommunu, sum fekk slakar 3,8 milliónir inn í skatti í fjør og tað eru 1,94 prosent minni enn í 2023. Talan er eisini um Hvalbiar kommunu, sum fekk 28 milliónir inn í skatti, ella 0,57 prosent minni enn í 2023 og at enda er talan um Sumbiar kommunu, sum fekk 11,6 milliónir inn í skatti og tað er næstan tað sama, ella 0,03 prosent minni enn í 2023.

Eyðvitað er Tórshavnar kommuna tann kommunan í landinum, sum fær nógv mest í inntøku. Í fjør fóru inntøkurnar hjá Tórshavnar kommuna upp um eina milliard, tí tey fingu 1,067 milliardir í skattainntøku í fjør og tað eru 8,33 prosent meiri enn í 2023.

Sostatt var vøksturin í Havnin nakað yvir miðal, sum altso var 6,54 prosent - og eini 42 prosent av øllum inntøkunum fullu niður í Havnini.

Hinvegin standa inntøkurnar hjá landskassanum mest sum í stað. Í fjør fekk landskassin góðar 2,1 milliard í inntøkum av skatti og tað eru 0,14 prosent meiri enn í 2023.