Ongi úrslit

Kommunala Brennistøðin fingið heimasíðu

Nýggja heimasíðan hjá Kommunalu Brennistøðini eitur www.kob.fo.

Tíðindaskriv
11 tímar síðan

Har finnur tú alla kunning um Kommunalu Brennistøðina, umframt henta vitan um burturkastøkið í Tórshavnar kommunu. Ein skiljivegleiðing er eisini gjørd, har tú lætt kanst finna útav, hvussu tú skilir burturkastið rætt og hvat hendir víðari við burturkastinum. Skúlar, stovnar og virkir kunnu eisini umbiðja vitjan umvegis nýggju heimasíðuna.

Endamálið við at gera eina sjálvstøðuga heimasíðu um burturkastøkið í Tórshavnar kommunu, er at gera tað lættari fyri borgarar, stovnar og vinnu at leita sær vitan og fáa vegleiðing um skiljing av burturkasti.

“Tað er neyðugt, at Kommunala Brennistøðin fær ein sjálvstøðugan pall, sum tekur støði í tørvi hjá borgarum og vinnu í Tórshavnar kommunu. Við nýggju heimasíðuni kunnu vit, sum størsta kommuna í landinum, seta størri fokus á upplýsing um burturkastøkið og framleiða tilfar um góðar umhvørvisvanar, sigur Kristianna Winther Poulsen, nevndarforkvinna í Náttúru- og Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

“Tórshavnar kommuna ynskir at arbeiða miðvíst fyri at minka burturkastnøgdirnar, bæði frá kommununi sjálvari, vinnuni og frá borgarunum. Vit skulu brenna og tyrva minni, og meir tilfar skal haldast í ringrás. Nýggja burturkastkunngerðin, sum er á veg, fer at seta størri krøv til skiljing av burturkasti, og við nýggju heimasíðuni hjá Kommunalu Brennistøðini, kunnu vit eisini bjóða framtíðini vælkomnari innan hetta økið”, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24