Ongi úrslit

Komin til Grønlands at biða um umbering

© Mynd: Mette
Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
24. sepember kl. 09:10

Mette Frederiksen er komin til Grønlands í sambandi við, at ein almenn umbering nú verður givin til tær grønlendsku kvinnurnar og genturnar, sum í sokallaða spiralmálinum fingu spiral settan upp, uttan samtykki.
Í morgin verður tann almenna umberingin

– Vit kunnu ikki broyta tað, sum er hent, men vit kunnu taka ábyrgd. Tí fari eg, vegna Danmark, at biða um umbering, sigur forsætisráðharrin í einum tíðindaskrivi.

Umberingin kemur bæði frá danska statinum og frá grønlendsku stjórnini, Naalakkersuisut.

Mette Frederiksen biður um umbering fyri tær hendingar, sum fóru fram fram til 1992, meðan Danmark hevði ábyrgdina av grønlendska heilsuverkinum. Grønlendski forsætisráðharrin, Jens-Frederik Nielsen, biður um umbering fyri tað, sum hendi eftir, at Grønland yvirtók ábyrgdina.

– Vit viðurkenna, at IUD-málið er ein kelda til bæði vreiði og sorg fyri nógvar grønlendingar og nógvar familjur í Grønlandi, sigur Mette Frederiksen.

Spiralmálið kom fram fyri almenningin, tá tað bleiv avdúkað, at grønlendskar gentur og kvinnur – heilt niður í 13 ára aldur – fingu spiral sett upp av donskum læknum uttan samtykki.


Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39