Vit báðar skúlasystir mín frá sekstiárunum í Keypmannahavn, standa í Steinatúni og bíða eftir bussinum. Hon spyr meg eftir teim heimleysu, sum plagdu at vera har. Báðar høvdu vit sum ungar arbeitt millum heimleys sum sjálvbodnar á Kofoeds skole.
Sigi henni, at tey eru flutt eitt petti, og vit kunnu hitta tey ein annan dag. Og so sigi eg henni søguna hjá biskupi á einum portali herfyri, har hann skrivar um vælsignilsið, hann hevði fingið frá einum heimleysum, og hetta vælsignilsið virkaði enn - 3 mánaðir aftaná. Teir sótu á bonkinum við gamla meinigheitshúsið, og biskupur kom fram við og segði:"Hví sita tit í skugga, komið yvirum í sólina". Og ein teirra svaraði: "Vit liva á lívsins skuggasíðu, so hetta er so passaligt". Biskupur prátaði eina løtu við teir, og tá hann fór, segði ein heimleysur: "Jesus fylgi tær biskupur".
Og skúlasystir mín spyr straks, um biskupur er dani. "Nei, góða", svari eg, "tann tíð er farin, tá øll embætisstættin í Føroyum var donsk".
Hetta hoyrir eitt ferðafólk, ein kvinna, sum saman við manninum eisini bíðar eftir bussinum, og hon kemur yvir at spyrja nærri um ymisku bussleiðirnar í Havn. Hon og maðurin høvdu verið inni á bussstøðini og ætlaðu at fáa yvirlit yvir allar bussar; men unga gentan í avgreiðsluni var ikki væl hýrd, og tí fingu tey bert skránna fyri 2-arin. Og nú fór skúlasystir mín í gongd. Visti ikki um annað enn góða service í Føroyum, og tá hon nýliga var inni á bussstøðini, fekk hon yvirlit yvir allar bussar. Men danska kvinnan, sum var úr Norðurjútlandi, hevði nógv at siga frá. "Føroyingum dáma ikki danir", segði hon. Nú gjørdist eg forvitin. "Hvar hava tit verið?"- "Í Hvannasundi, í Klaksvík og í Saksun. Og nú eru vit her." Høvdu búð hjá Airbnb. Og allir bústaðir høvdu verið frálíkir, og ongastaðni vóru bilførararnir so galantir sum í Føroyum. Teir steðga, tá fólk skulu yvirum vegin. Í Danmark mugu vit renna fyri lívinum. "Jamen, so er ikki so galið í Føroyum, meðni", sigi eg, og so er tað, at hon sigur, at í Hvannasundi hevði hon sagt við ein ungling, at tey í Danmark vóru troytt av útreiðslunum til Føroyar og Grønland, og so eru vit troytt av øllum teimum heimleysu úr Grønlandi og Føroyum uttanfyri tokstøðirnar í Danmark. Unglingurin í Hvannasundi hevði svarað:"Tit fáa alt aftur og meira aftrat". - " Heldur tú eisini tað?", spyr hon meg; og eg svari, "Ja, men tað verður ov drúgt at taka til viðgerðar her". Royni at siga henni, at okkum dámar væl danir, og vit hava nógv vina- og familjubond. Eg eigi trý ommubørn við danskari mammu, og slíkt er rættiliga vanligt í Føroyum, og ikki skulu tit ivast í, at flest øll í hesum døgum halda við dønum í fótbólti, men tað merkir ikki, at vit vilja stýrast av dønum. Men sig mær, hvussu veitst tú, at tey heimleysu í Danmark uttanfyri tokstøðirnar, og sum ikki eru grønlendingar, eru føroyingar?" Hetta var nakað, hon hevði frætt, svaraði hon.
"Eg haldi, at tit bæði maðurin skulu koma við okkum í 1-arin, ið fer út á Argir, so kann eg royna at svara møguligum spurningum, til vit fara úr bussinum." Jú, hetta riggaði fínt, og síðani fór skúlasystir mín víðari við teimum niðan á Hamaran á Argjum, haðani tey kundu síggja alla Havnina. Hon mælti teimum til at vera sitandi og fara niðan í Hoyvíkar og so aftur í Steinatún. Hetta at koyra í bussi var nakað, hon hevði brúkt nógv. Tá hon fór av, gav hon teimum sína bussætlan. Komin til hús segði hon, at nú var lagið gott á donsku konuni, og maðurin, sum hevði sitið í tøgn, smílti so hjartaliga og takkaði fyri túr og ferðaætlan. Og hon kendi seg vísan í, at tey fóru at koma aftur til Føroyar.