Klaksvík: Fólk mugu sleppa sær úr húsunum

Skriðulop hevur verið í Klaksvík, og vandi er fyri fleiri lopum. Kommunan biður tí fólk um at fara frá húsum, har vandi er fyri skriðulopi

Mynd: Klaksvíkar kommuna
Steinar Patursson
19. desember 2022 kl. 12:21

Klaksvíkar kommuna heitir nú á øll, sum búgva á ovastu raðunum í Klaksvík, Ánunum og á Norðoyri um at fara frá húsum beinanvegin, tí skriðulop hava verið fleiri staðni í Klaksvík, og vandi er fyri fleiri lopum.

In.fo skrivaði fyri løtu síðani, at eitt fólk var fyri, tá eitt lop var í dag, men at viðkomandi slapp við hvøkkinum, hóast viðkomandi endaði undir kavanum.

Tað er ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá tilbúgvingarleiðaranum í Klaksvík, men heimasíðan hjá kommununi skrivar, at tilbúgvingin fylgir gongdini.