Ongi úrslit

Klæmint var bestur í september

Undan dystinum móti B36 fríggjakvøldið varð Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ heiðraður sum besti spælari í Betrideildini hjá monnum í september mánað

FSF/Hans Erik Danielsen
4. oktober kl. 17:45

Aftur í ár hevur Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ verið ein av stóru profilunum í fremstu deildini hjá monnum. Eftir 25 umfør hevur málfarligi rituvíkingurin skorað 26 mál, og fríggjakvøldið varð Klæmint heiðraður sum besti spælari í septembur mánað.

– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Tað hevur eisini gingið heilt ókey við málskjótingini seinastu dystirnar, og vónandi ber til at røkka metinum. Men tá tað er sagt, so skulu vit fyrst og fremst halda fast um annað plássið í landskappingini. So kemur metið í aðru røð, sigur Klæmint Andrasson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða, og tá talt var saman fyri farna mánað, hevði toppskkjúttin í deildini fingið flestar atkvøður. Honum á baki kom Emil Grøn Pedersen úr HB, meðan Árni Frederiksberg úr KÍ og Edvin Jakobsen úr 07 Vestur eisini fingu fitt av atkvøðum.

Tað var kona Klæmint, Eyð Leitisstein, saman við døtrunum, Anniku og Haldu Klæmintsdóttir, sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu Klæminti eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

14 tímar síðan

Ikki føroyskar gentur

23 tímar síðan

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20