Tað var størsti sigur av øllum higartil í dag, tá ið genturnar í Kollafirð, sum manna Kjósina, kappaðust. Í fjør vunnu tær FM í kappingini millum gentubátarnar upp til 16 ár. Nú eru tær við í kappingini millum tær 17 – 18 ára gomlu, og tær tóku í dag við, har tær sleptu í fjør.
Kjósin legði seg beinanvegin á odda, og munurin aftur til næstu bátarnar øktist støðugt. Kjósin var nógvar, nógvar bátslongdir undan tí næsta á mál.
Í kappingini um næstfremsta plássið var Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ leingi bestur, men fram ímóti málinum megnaði Malunarhav úr Fuglafirði at taka Spógvan, og á málinum var Malunarhav meiri enn eina bátslongd undan teimum av Glyvrum.