Ongi úrslit

Kinna Poulsen fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir

Í eygnahædd er snøgt bókaverk við góðum myndum og hóskandi uppseting og litum

torshavn.fo
22. oktober kl. 20:16

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 2025 verður latin Kinnu Poulsen fyri bókina Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld.

Kinna Poulsen skrivar næstan dagliga um føroyska list. Hon skrivar við fakligari dýpd og persónligum broddi. Keðiligt er tað ongantíð. Áhugin logar í tekstinum og festir í lesaran. Í nýggju bók síni Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld skrivar hon lætt og livandi um rák, verk og listaligar verkætlanir í okkara tíð. Kend listafólk verða sett í nýggjar samanhangir, og tey minni kendu, sum kanska ongin rættiliga hevði varnast, fáa ljós sett á seg. Listasøguligar træðrir rekir Kinna upp, tá tørvur er á tí, men samtíðarlistin er evnið. Í eygnahædd er snøgt bókaverk við góðum myndum og hóskandi uppseting og litum. Beinrakni stílurin er tann sami frá byrjan til enda. Avgjørt og inniliga gevur Kinna okkum eitt víðskygt og virðismikið innlit í list í Føroyum í okkara samtíð.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39