Klokkan 17:30 í dag, bjóðar Klaksvíkar Ítróttarfelag til tíðindafund, har nýggi høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum verður kunngjørdur. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
- Í kvøld 21-11-2022 kl 17:30 verður “Ljós á loftinum”.
Vit fara at kunngera hvør er settur sum høvuðsvenjari hjá besta mansliði felagsins.
Inngongd við Bøgøtu og dyrnar lata upp kl 17:15, skrivar felagið í tíðindaskrivinum.
Tað kom óvart á bæði klaksvíkingar og restina av fótbóltsumhvørvinum í Føroyum, tá KÍ eftir tapi í steypafinaluni ímóti Víkingi tann 29. oktobur boðaði frá, at venjarin í felagnum Mikkjal Thomassen, gavst í felagnum.
Mikkjal Thommasen, sum fyrr í ár kom í andglettin, eftir at hann hevði framt harðskap í náttarlívinum í Havn, valdi at gevast í Kí, tá hann fekk bjóða venjarastarvið í norska felagnum Frederikstad Fotballklub, sum hann nú er venjari hjá.