Ongi úrslit

KÍ keypir svenskan miðvallara

Talan er um verjukendan spælara, sum inntil á nýggjárinum spældi við Landskrona

Jóannes Hansen
3 tímar síðan

René Shaki Joensen er langtíðarskaddur. KÍ venjarin Magnus Powell segði í síðstu viku, at tað var neyðugt at fáa styrk til miðvøllin, og nú hevur KÍ skrivað undir sáttmála við svenskan miðvallara.

KÍ skrivar soleiðis í dag:

 

Svenskur verjukendur leikari til miðvøllin

Hampus Näsström er 31 ár, hevur drúgvar royndir í svenskum fótbólti

Um nýggja leikarin sigur Magnus Powell, at Hampus Näsström hevur drúgvar royndir og kemur at økja um kappingina og fleksibilitetin á miðvøllinum. Hann hevur leiðsluevni, er róligur og sera tryggur á bóltinum. Hetta eru alt eginleikar, sum vit hava leitað eftir. Við síni stødd kemur hann eisini at verða ein góður stuðul bæði í verju- og álopstøðum.

Hampus, sum kom til Klaksvíkar í gjárkvøldið sigur, at hann er ógvuliga spentur og gleðir seg at umboða og leika fyri KÍ. Eftir samrøðu við høvuðsvenjarin, havi eg fingið eitt sera gott inntrykk av liðnum, felagnum og Klaksvíkini. Nú gleði eg meg til at at koma ígongd og hitta leikarar, leiðarar og øll kring felagið, skrivar KÍ í dag.

Sambært Transfermarkt spældi Hampus Näsström við Landskrona í næstbestu svensku deildini.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

23 tímar síðan

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49