Ongi úrslit

KÍ kennir seg hava tak á støðuni

Liðformaðurin sigur, at einki óvæntað hevur verið á vegnum fram ímóti avgerandi dystinum

Jóannes Hansen
30. august 2023 kl. 22:45

Í kvøld – eitt samdøgur undan fyrsta bríksli á Sheriff Stadion í Tiraspol – var KÍ liðið á dystarvøllinum og vandi, og tað sá ikki út til, at spælararnir sóu serliga forsagdir út.

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen eigur nógvar altjóða royndir.

Hann hevur spælt 30 altjóða dystir við KÍ, umframt at hann hevur spælt 18 landsdystir og 17 U-21 landsdystir. Hann er 25 ára gamal og á veg í besta fótbóltsaldur.

Í kvøld læt hann væl at umstøðunum á Sheriff Stadion og í Tiraspol sum heild. Í samrøðu við ki.fo sigur hann soleiðis:

-Grasvøllurin sær út til at vera hampuliga góður at spæla á. Ferðin higar gekk væl, og umstøðurnar á gistingarhúsinum og í síni heild kennast at vera góðar. Tað verður heitari at spæla í morgin, enn tað, sum vit eru vanir við, men hetta verður ikki so nógv øðrvísi, enn tað var, tá ið vit spældu í Ungarn, og tá gekk tað væl, sigur KÍ liðformaðurin í kvøld.

20 KÍ spælarar eru í ferðalagnum í Tiraspol. Millum hesar eru eisini spælararnir, sum hava verið skaðadarvaðir.

Eitt nú Claes Philip Kronberg, sum ikki hevur verið á liðnum seinastu ferðirnar, tí hann varð skaddur og miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddist av vøllinum, tá ið KÍ 11. august spældi í Gøtu.

Aðrir, sum seinastu vikurnar hava verið skaðadarvaðir, og sum eru við í Tiraspol, eru Páll A. Klettskarð, Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Heini Vatnsdal og Vegard Forren.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14