Ongi úrslit

KÍ hevur keypt norskan álopsspælara

Hann er 28 ára gamal og hevur nógvar royndir í norskum fótbólti

ki.fo
3 tímar síðan

KÍ skrivar soleiðis í dag:

- Nú gleði eg meg til at koma at kenna føroysku mentanina og ætli mær at arbeiða knallhart fyri KÍ-búmerkinum.

Vit hava í dag gørt eitt ára avtalu við norska álopsspælaran Erlend Hustad. Erlend er 28 ár og kemur til KÍ við drúgvum royndum úr norskum fótbólti. Síðsta felagið er Raufoss í OBOS-deildini.

- Við síni styrki og máltevi, fer Erlend at styrkja okkara álopsleik munandi, sigur venjarin Magnus Powell. Í honum fáa vit ein dugnaliga 9-ara til álopsplássið saman við Páll Klettskarð. Hendan hava vit mangla síðan eg kom til KÍ. Nú hava vit funnið ein stóran, sterkan og klókan álopsleikara. Hann hevur síðstu árini víst, at hann dugur finna málið. Eg vænti og vóni, at okkara professionella umhvørvi virkar við til at Erlend kemur at avrika tað besta hann er mentur. Ætlanin er, at Erlend gevur okkum fleiri møguleikar og kemur at avlasta aðrar, nú vit hava eitt krevjandi ár fyri framman.

- Eg eri stoltur av at vera vorðin partur av KÍ-liðnum. Heima havi eg hoyrt nógv gott og spennandi um felagið, leikararnar og føroyskan fótbólt, sigur Erlend Hustad. Nú gleði eg meg til at koma at kenna føroysku mentanina og ætli mær at arbeiða knallhart fyri KÍ-búmerkinum.

Erlend vælkomin til KÍ!

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50