Ongi úrslit

KÍ hevur keypt Dávid Reynheim

Síðst í hesum mánaðinum verður hann partur av KÍ hópinum, sum fer til Spania í venjingarlegu

ki.fo
3 tímar síðan

KÍ boðar í dag frá, at felagið hevur keypt Dávid Reynheim. Álopsspælarin, sum nú er í Torino í Italia, fer seinni í mánaðinum til Albir í Spania, har KÍ tá verður á venjingarlegu.

KÍ skrivar soleiðis í dag:

Úr Torino í Djúpumýrar

Eftir síðsta dystin hjá talentliðnum 25.januar, lekst hann aftur at truppinum í venjingarleguni í Albir

- Eg eri ótrúliga glaður og stoltur yvir at hava skrivað undir við KÍ. Eftir mína tíð í Torino kenni eg meg kláran at taka næsta stigið í míni yrkisleið, og KÍ kensist sum rætta staðið hjá mær. Tí at venjingarstøðið er høgt og umhvørvið er sera proffessionelt. Felagið hevur sýnt framúr vinnaramentalitet og hevur imponerað stórt í Evropa. Og so dámar mær væl avbjóðingar og kapping. Hetta er orsøkirnar til, at eg valdi KÍ.

Fýra ára sáttmálin gevur mær tað neyðuga róina at menna meg víðari, og eg síggi fram til at hjálpa liðnum at stríðast fyri enn fleiri meistaraheitum til Klaksvíkar. Eg havi hoyrt nógv um tann sersaka stuðulin frá fjepparunum, og eg gleði meg ótrúliga nógv at fara í bláu troyggjuna og spæla í Djúpumýru.

Um Dávid Reynheim sigur Magnus Powell, at hann er ein ungur, spennandi gávuríkur álopsleikari. Arbeiðir hart, hevur møguleikar fyri at menna seg munandi og kann gerast eitt stórt aktiv fyri KÍ-liðið komandi árini.  Vit gleða okkum at síggja, hvussu Dávid kemur at veksa við uppgávuni í okkara streka truppi.

Dávid Reynheim, vælkomin í KÍ-truppin!

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50