Ongi úrslit

KÍ fer at vinna FM á útivølli

Tað er sannlíkt, at FM favorittarnir hava vunnið FM, tá ið teir næstu ferð fara at spæla á heimavølli

Tað er sannlíkt, at KÍ venjarin Magnus Powell verður meistaravenjari, tá ið KÍ næstu ferð fer at spæla á heimavølli
Jóannes Hansen
21. sepember kl. 23:11

Tað var eingin slingur í valsinum, tá ið KÍ í dag hevði vitjan av EB/Streymi. Undanfarnu tvær ferðirnar var tað endað málleyst, tá ið HB og Víkingur vitjaðu í Klaksvík, og harvið var KÍ toppskjúttin tvær ferðir farin av heimavøllinum uttan at vera málskjútti.

Í dag settu KÍ og Páll A. Klettskarð tingini upp á pláss. KÍ vann 6-2 ímóti EB/Streymi, og Páll A. Klettskarð var trífaldur málskjútti. Mikudagin hittast EB/Streymur og KÍ aftur. Tá verður tað í Hólmanum á Eiði, men dagsskráin verður ivaleyst tann sama. Hjá Sigfríði S. Clementsen og hansara monnum fer tað at snúgva seg um at verja og dúva upp á skjótt mótálop, og hjá Magnusi Powell og hansara monnum við Jákupi B. Andreasen aftur á miðvøllinum, eftir at hann í dag var leikbannaður, fer tað at snúgva seg um at gera skjótt av og skora málini, sum tað er neyðugt at skora, so tað ikki í seinna hálvleiki fer at kennast strongt.

KÍ hevur 60 stig, og NSÍ hevur 54 stig. Fyri at tryggja sær FM heitið er tað neyðugt hjá KÍ at vinna sjey stig aftrat. Tá verður roknað við, at NSÍ, sum fríggjakvøldið vann 3-1 á útivølli ímóti grannunum í B68, fer at vinna allar sínar dystir.

Skráin hjá KÍ sær soleiðis út: EB/Streymur (ú), B68 (ú), 07 Vestur (ú), TB (h) og NSÍ (ú)

Skráin hjá NSÍ sær soleiðis út: 07 Vestur (ú), B36 (h), HB (ú) og KÍ (h).

Einasti heimadysturin hjá KÍ verður í næstsíðsta umfari ímóti TB, og tað er sera sannlíkt, at KÍ tá hevur skavað tey sjey stigini saman, sum tað er neyðugt fyri at vinna FM heitið.

Í dag vann B36 stórsigur við Stórá í Trongisvági, og Víkingur vann tepran heimasigur ímóti 07 Vestur. Sigrarnir bera við sær, at lykladysturin í kappingini um týdningarmikla fjórða plássið verður sunnudagin, tá ið B36 fær vitjan av Víkingi.

HB er á triðja plássi, og HB heldur fram at vinna. 2-1 heimasigurin ímóti FC Suðuroy í gjár var tepur, men hann var týdningarmikil, og næstfremsta plássið er ikki so langt burtur. HB eigur í næstsíðsta umfari NSÍ í Gundadali, og í síðsta umfari fer HB at spæla í Sarpugerði, meðan NSÍ fær vitjan av KÍ.

Víkingur vann tepran heimasigur ímóti 07 Vestur. Jørgen Nielsen var tvífaldur málskjútti hjá heimaliðnum, og hann er nú toppskjútti hjá teimum í Sarpugerði við átta málum.

Í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting er støðan tann sama, sum hon var undan hesum umfarinum. 07 Vestur, FC Suðuroy og TB taptu. Tølini siga, at TB avrikið var væl lakari, enn avrikini hjá 07 Vestur og FC Suðuroy vóru. Sunnudagin verður lykladystur í Trongisvági, tá ið TB fær vitjan av FC Suðuroy.

Skráin hjá teimum trimum niðastu sær soleiðis út:

07 Vestur: NSÍ (h), KÍ (h), B68 (ú) og EB/Streymur (h).

FC Suðuroy: TB (ú), EB/Streymur (h), Víkingur (h) og B36 (ú).

TB: FC Suðuroy (h), Víkingur (ú), KÍ (ú) og B68 (h).

 

KÍ – EB/Streymur 6-2 (2-1)

1-0: Páll A. Klettskarð

2-0: Páll A. Klettskarð

2-1: Sjálvmál

3-1: Patrik Johannesen

4-1: Páll A. Klettskarð

4-2: Virgar Jónsson

5-2: Daniel Johansen

6-2: Mads Bo Mikkelsen

Dómari: Eiler Rasmussen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Símun Kalsø  – Búi Egilsson, Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Virgar Jónsson, Óli J. Poulsen – Gutti Dahl-Olsen

 

Víkingur – 07 Vestur 2-1 (1-0)

1-0: Jørgen Nielsen

1-1: Jørgen Nielsen

2-1: Sjálvmál

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson, Ingi Johnardsson – Jákup  Johansen, Jørgen Nielsen

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jón í Horni Nielsen, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic, Jóannis á Steig – Casper Gedsted Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Mikkel Hyllegaard, Edvin Jakobsen, Silas Gaard – Lukas G. Giessing  

 

B68 – NSÍ 1-3 (1-2)

0-1: Jasper Van Der Heyden

0-2: Fabian Nes

1-2: Sjálvmál

1-3: Klæmint A. Olsen

Dómari: Joona Manninen

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Patrick Mensah,  Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Leivur F. Guttesen, Sebastian Lau Nielsen, Hanus Højgaard, Djóni Samuelsen – Jóhan Josephsen

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Beinir Nolsøe, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen

 

HB – FC Suðuroy 2-1 (1-1)

0-1: Fríði Holm

1-1: Emil G. Pedersen

2-1: Heðin Hansen

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Ási P. Dam, Noah Mnenéy, Ejvind R. Mouritsen, Ári Mohr Jónsson – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen

FC Suðuroy: Tróndur Sjúrðarson – Jimmy Abdul, Bjartmar Holm, Dánjal Godtfred, Owusu Emmanuel Andorful – Olivur Thomsen, Olaf Godtfred, Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, Alexander Holm Kilgour – Fríði Holm

  

TB – B36 0-5 (0-1)

0-1: Símun Sólheim

0-2: Pætur J. Petersen

0-3: Marius Kryger Lindh

0-4: Tobias Hansen

0-5: Tobias Hansen

Dómari: Kári J. á Høvdanum

TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mattias Dahl Djurhuus Amidou Diop, Joel Sundström, Eyðtór Joensen – Aron Arnholdsson, Samudeen Musah

B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Børge Petersen, Mattias Weihe Joensen, Símun Sólheim – Bogi Reinert-Petersen, Jógvan Kárason Gullfoss – Marius  Kryger Lindh, Filip Djordjevic, Pætur J. Petersen – Tobias Hansen

 

22

19

3

0

74

12

60

NSÍ

23

17

3

3

83

28

54

HB

23

16

4

3

56

34

52

Víkingur

23

10

7

6

34

26

37

B36

23

10

5

8

38

35

35

EB/Streymur

22

6

6

10

24

43

24

B68

23

6

5

12

29

51

23

07 Vestur

23

4

1

18

28

43

13

FC Suðuroy

23

4

1

18

21

61

13

TB

23

2

5

16

22

76

11

Máltindurin

Klæmint A. Olsen NSÍ

24

Páll A. Klettskarð KÍ

20

Árni Frederiksberg KÍ

14

Emil G. Pedersen HB

14

17. umfar

Mikudagin 24. september

EB/Streymur – KÍ: Áki Leitisstein Hansen kl. 18.30

24. umfar

Sunnudagin 28. september

EB/Streymur – HB: kl. 15.00

B68 – KÍ: kl. 17.15

07 Vestur – NSÍ: kl. 15.00

B36 – Víkingur: kl. 15.00

TB – FC Suðuroy: kl. 14.45

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15 tímar síðan

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20