Í morgin verður fyrsti sunnudagur, eftir at klokkan í nátt er flutt aftur.
Hóast tað í morgin verður sunnudagur, og tað er rættiliga heystligt og kuldi í luftini, so verður tað arbeiðsdagur hjá KÍ fótbóltsspælarunum.
Í kvøld fegnaðust meistaraliðini hjá KÍ – kvinnur og menn – saman við fjepparunum um FM heitini, og tað var fýrverk bæði, tá ið 4-2 KÍ sigurin í Runavík var veruleiki, og tá ið ferðalagið var aftur í Klaksvík.
-Men í morgin fara vit aftur til arbeiðis. Tá fara vit undir fyrireikingarnar til ársins síðsta dyst, sum verður steypafinalan fríggjakvøldið ímóti Víkingi. Vit ætla okkum at vera heilt væl fyrireikaðir og vinna steypafinaluna, segði KÍ venjarin Magnus Powell, tá ið síðsta bríksl hevði verið.
-Vit droymdu um at vera í hesi støðuni, tá ið vit fóru undir fyrireikingarnar til hetta kappingarárið, og vit hava arbeitt nógv og hart. Nú hava vit vunnið FM, og vit ætla okkum eisini at vinna steypafinaluna. Í dag skoraðu vit fýra mál, og vit endaðu við eins nógvum skoraðum málum, sum NSÍ skoraði, og tað eru vit fegnir um, tí tað hevur verið tosað nógv um málmaskinuna hjá NSÍ, segði Árni Frederiksberg, sum legði upp til tvey mál í dag.
2-0 HB sigurin í Gøtu bar við sær, at havnarfelagið streyk avstað við silvurkrónunum, meðan NSÍ vann bronsu. Saman við heiðursmerkjavinnarunum hevur Víkingur tryggjað sær pláss í Europa á sumri í 2026.
Spenningurin um niðurflytingina var stórur inntil síðsta bríksl. Hóast FC Suðuroy vísti góðan hugburð, so eyndaðist tað ikki at javna í Gundadali, har Hannes Agnarsson tíðliga legði B36 á odda, og tá ið FC Suðuroy spenti álopsbogan í botn, so var tað innskifti Tobias Hansen, sum staðfesti 2-0 B36 sigurin.
Á Tvøroyri endaði tað 1-1 millum B68 og longu niðurflutta TB. Bæði málini vórðu skorað innanfyri ein minutt tíðliga í seinna hálvleiki.
Skála og AB hittust í dag á Skála. Tað endaði málleyst, og Skála er vinnari av 1. deild, og AB endaði á øðrum plássi. Í 2026 avloysa Skála og AB tvey tey niðastu í ársins landskapping. Tey eru FC Suðuroy og TB.
Víkingur – HB 0-2 (0-1)
0-1: Emil G. Pedersen
0-2: Ási P. Dam
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Olaf Bárðarson, Ingi Jonhardsson – Jørgen Nielsen
HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Viljormur Davidsen), Ári Mohr Jónsson – Ási P. Dam, Heðin Hansen, Sammy Skytte, Heini Sørensen – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen
NSÍ - KÍ 2-4 (1-3)
0-1: René Shaki Joensen
0-2: Jákup B. Andreasen
1-2: Aron Knudsen
1-3: Filip Brattbakk
1-4: Filip Brattbakk
2-4: Daniel Obbekjær
NSÍ: Kristian Joensen – Lars Markmanrud, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Jann J. Benjaminsen, Beinir Nolsøe, Emil Weihe Joensen, Michal Przybylski, Aron Knudsen – Petur Knudsen
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk
07 Vestur – EB/Streymur 3-3
0-1: Kristian Svabo Eliasen
1-1: Jonathan Flensborg
1-2: Búi Egilsson
2-2: Nicolai Møller Dohn
3-2: Casper Gedsted Hansen
3-3: Mórits Heini Mortensen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic, Jóannis á Steig –Mikkel Hyllegaard, Edvin Jakobsen, Magnus Holm Jacobsen – Casper Gedsted Hansen, Jonathan Flensborg, Tobias Giusti
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Andras Ó. Olsen, Mikkjal Hellisá, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Gutti Dahl Olsen, Búi Egilsson, Kristian Svabo Eliasen
B36 – FC Suðuroy 2-0 (1-0)
1-0: Marius Kryger Lindh
2-0: Tobias Hansen
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Børge Petersen, Mattias Weihe Joensen, Símun Sólheim – Marius Kryger Lindh, Jógvan Kárason Gullfoss, Bogi Reinert-Petersen, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen
FC Suðuroy: Tróndur Sjúrðarson – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Dánjal Godtfred, Jimmy Abdul – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo, Emmanuel Andorful, Olivur Renéson Thomsen – Fríði Holm
TB – B68 1-1 (0-0)
0-1: Sebastian Lau Nielsen
1-1: Samudeen Musah
TB: Olivur Øster – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mattias Dal Djurhuus, Amidou Diop, Joel Sundström, Erik Johansen – Aron Arnholdsson, Samudeen Musah
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Emanuel Kulego, Hanus Højgaard, Patrick Mensah, Sebastian Lau Nielsen, Djóni Samuelsen – Jóhan Josephsen
KÍ | 27 | 23 | 4 | 0 | 92 | 18 | 73 |
HB | 27 | 20 | 4 | 3 | 70 | 35 | 64 |
NSÍ | 27 | 19 | 3 | 5 | 92 | 37 | 60 |
Víkingur | 27 | 12 | 8 | 7 | 42 | 29 | 44 |
B36 | 37 | 12 | 6 | 9 | 45 | 39 | 42 |
B68 | 27 | 6 | 8 | 13 | 35 | 61 | 26 |
EB/Streymur | 27 | 6 | 8 | 13 | 30 | 58 | 26 |
07 Vestur | 27 | 4 | 3 | 20 | 34 | 54 | 15 |
FC Suðuroy | 27 | 4 | 3 | 20 | 25 | 71 | 15 |
TB | 27 | 2 | 7 | 18 | 25 | 88 | 13 |
Máltindurin
Klæmint A. Olsen NSÍ 26
Páll A. Klettskarð KÍ 21
Emil G. Pedersen HB 20
Árni Frederiksberg KÍ 18


