Ongi úrslit

KÍ er í bíðistøðu

Tað verður ikki fyrrenn um eina viku, at næsta mótstøðuliðið verður funnið

Jóannes Hansen
24. juli 2024 kl. 21:50

Týskvøldið fer KÍ at spæla á heimavølli ímóti Malmø FF. 4-1 tapið í gjárkvøldið ger, at tað mest sum er greitt, at klaksvíkingar ikki fara at halda fram í europeisku meistarakappingini. Heldur verður tað í Europa League, at KÍ í næsta umfari fer at spæla.

Tað er greitt, at mótstøðuliðið verður PAOK Thessaloniki FC úr Grikkalandi ella Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina. Samantaldi vinnarin fer at spæla í Champions League – helst ímóti Malmø FF – og taparin fer at spæla í Europa League – helst ímóti KÍ.

Í kvøld var fyrri dysturin millum hesi bæði feløgini. Hann var í Thessaloniki í Grikkalandi, og heimaliðið vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-2.

Um eina viku verður seinni dysturin í Bosnia Hersegovina. Úrslitið í kvøld ber við sær, at alt er opið undan seinna dystinum. Tí verður tað ikki fyrrenn um eina viku, at tað fæst at vita, um næsta mótstøðuliðið hjá KÍ verður úr Grikkalandi ella úr Bosnia Hersegovina.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26