Ongi úrslit

KÍ er av álvara á finalukós

Løgmanssteypið: Patrik Johannesen skoraði hattrikk, tá ið klaksvíkingar við trivaligum heimasigri vunnu ímóti AB

Jóannes Hansen
14 tímar síðan

Tvey tey seinastu árini hevur tað kenst at vera vónbrot hjá klaksvíkingum, at teir ikki hava verið í steypafinaluni og ikki hava kvalifiserað seg at vera við í hálvfinaluni. Síðsta KÍ finalan var í 2022, tá ið Víkingur vann 1-0, og síðsti finalusigurin hjá klaksvíkingum var í 2016, tá ið teir í brotssparkskapping vunnu ímóti Víkingi.

Týskvøldið 17. juni fer KÍ legan útferð suður í høvuðsstaðin. Ørindini vera at spæla seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið ímóti AB. Eftir heimadystin í fína summarveðrinum millum Kjøl og Háfjall í kvøld er tað mest sum greitt, at atgongumerki at vera annar parturin í steypafinaluni verður í viðførinum norðuraftur.

Hvørjum finalan verður ímóti fæst ein ábending kanska um í annaðkvøld, tá ið B68 og Víkingur fara at spæla fyrru hálvfinaluna á Svangaskarði.

Menninir hjá Øssuri Hansen, AB venjara, var í ógvuliga verjukendari útgávu. Vónin var, at um tað eydnaðist at halda tætt, so fór spenningur at vera í, tá ið seinna hálvfinalan verður.

KÍ var frá fyrsta bríksli fyri tað mesta á bóltinum, og AB verjan var væl skipað. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom hol á, eftir fyrra hálvleik var 2-0, og so vann heimaliðið 4-0.

-Vit tosaðu um at taka hetta í stórum álvara, og tað haldi eg eydnaðist væl. Vit eru nøgdir við avrikið og sigurin. Teir vóru verjukendir, men tað eydnaðist at vinna okkum til møguleikarnar og at skora málini, sigur Dávid B. Andreasen, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ.

Ein av eyðsýndu KÍ spælarunum var Árni Frederiksberg, sum tann tíman, hann var á vøllinum, legði upp til trý mál. Ein annar av eyðsýndu spælarunum var Patrik Johannesen, sum skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki, og sum skoraði hattrikk, áðrenn hann varð skiftur út.

Ein annar av eyðsýndu spælarunum var vongverjin í høgru Jóannes K. Daniesen, sum aftur og aftur breyt ígjøgnum í høgru, og sum úr spískum skoraði til 3-0.

AB hevur fyrr í ár sent bæði FC Suðuroy og EB/Streym úr steypakappingini, og nú venda argjamenn eygunum ímóti leygardegnum, tá ið teir fara at spæla landskappingardyst á útivølli ímóti B71.

-Tað kom óvart á okkum, at tað eydnaðist at vinna okkum í hálvfinaluna, og hetta var góð roynd í fyrireikingunum at vinna okkum uppflyting. Allir hjá okkum góvu seg fult og heilt, og í seinna hálvleiki sást tað, at okkara ikki eru vanir at spæla í sovornum intensiteti, sum topplið í bestu deildini avrikar. Tá ið KÍ kemur suður á Argir, so verður setningurin tann sami, sum hann var í kvøld, sigur AB venjarin Øssur Hansen í samrøðu við Regin Sivertsen í FM1 útvarpinum.

Hjá KÍ er næsta uppgávan verður sunnudagin á útivølli ímóti TB.

 

KÍ – AB 4-0 (2-0)

1-0: Patrik Johannesen

2-0: Patrik Johannesen

3-0: Jóannes K. Danielsen

4-0: Patrik Johannesen

Dómari: Rúni Olsen

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, Robert Williams – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Dávid B. Andreasen, Martin Gonzalez – Jonn Johannesen, Patrik Johannesen

AB: Jesper C. Sørensen – Rói Heðinsson Olsen, Dánjal Danielsen, Søren N. Samuelsen, Tóki Næss Rasmussen, Beinir Ellefsen – Rógvi Skála, Luca Ørsted Thorstensen, Sjúrður Henriksen, Bjarki C. Nielsen – Bartal Skaalum Petersen

Mest lisið hesa vikuna

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Sissal fær mína atkvødu

14. mai kl. 22:14

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00