Løgreglan hevur fingið eitt mál um svik at arbeiða við. Talan er um ein útlending, sum hevur arbeitt í Føroyum.
Og henda dagin var hann í einum handli í Havn og keypti telefon, umframt aðra útgerð, fyri tilsamans 22.000 krónur - og bað tey í handlinum senda rokningina til arbeiðsgevaran.
Trupulleikin var bara tann, at hann arbeiddi ikki har longur, so tá ið arbeiðsgevarin so fekk rokningina, kundi hann ikki kennast við hana, og meldaði.
Løgreglan sigur, at trupulleikin er, at maðurin fór av landinum aftur - og hann er farin longri enn til Danmarkar.
Tað kann gera tað trupult at fáa fatur á honum aftur, sigur løgreglan.