Ongi úrslit

Kemur eingin Suðuroyartunnil, verður Suðuroyar Sjúkrahús niðurlagað

Kemur Suðuroyartunnilin, fær tað góða ávirkan á Suðuroyar Sjúkrahús - kemur hann ikki, verður sjúkrahúsið niðurlagað

Áki Bertholdsen
15. mai kl. 12:35

Suðuroyartunnilin fer at fáa ávirkan á virksemið hjá Suðuroyarsjúkrahúsið - bæði um tunnilin kemur, ella um hann ikki kemur.

Tað sigur Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Hann var á almennum fundi í skúladeplinum í Suðuroy í gjárkvøldið, har Suðuroyartunnilin var til umrøðu og har greiddi hann frá, hvørja ávirkan tað fer at fáa fyri Suðuroyartunnulin - bæði um tunnilin kemur, og um hann ikki kemur.

Suðuroyar Sjúkrahús er eitt av teimum heilt stóru arbeiðsplássunum í Suðuroy. Har eru eini 120 fulltíðarstørv, sum eru býtt á 16 ymisk fakøki.

Tilsamans eru eini 1.200 innleggingar og 13.000 - 14.000 ambulantar viðgerðir um árið, umframt einar 500 skurðviðgerðir.

– Sjúkrahúsið er sertakliga bundið av einum tryggum og støðugum ferðasambandið, sigur stjórin.

Hann sigur, at sum støðan er í dag, brúka tey nógva tíð upp á at leggja sjúkraflutning til rættis, tí alt skal passa saman við ferðaætlanini hjá Smyrli, bæði tá ið sjúklingar verða sendir av oynni, og tá ið sjúklingar koma suður.

Sjúklingar, sum verða semdir av oynni, eru sjúklingar, sum hava tørv á bráðneyðuga viðgerð, ella sum skulu til viðgerðir, sum eru lagdar til rættis frammanundan.

Annars er sjúklingaflutningurin bæði ímillum Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, og við sjúkrahús í Danmark. Og tað eru eisini sjúklingar, sum koma norðan eftir til viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Samstundis er tað einar 10-18 ferðir um árið, at Suðuroyar Sjúkrahús sendir sjúklingar av oynni við tyrlu, til bráðneyðuga viðgerð á Landssjúkrahúsinum, har tað ikki ber til at bíða eftir Smyril.

Tað er verri enn so altíð, at sjúklingarnir ferðast einsamallur, tí ofta hava teir fylgjara við, og ofta eisini heilsustarvsfólk.  

Og tað er ikki altíð, at heilsustarvsfólk, sum ferðast við sjúklingum, sleppa suðuraftur beinanvegin, so heilsustarvsfólk brúka nógva tíð upp á ferðing, heldur enn upp á at viðgera sjúklingar.   

– Í dag er sjúkraflutningurin treytaður av veðrinum, men verður Suðuroyartunnilin gjørdur, fer tað at verða nógv lættari at leggja til rættis, uttan at hugsa um ferðaætlanina hjá Smyrli, ella um veðrið at sigla ella at flúgva.

– Verður tunnil gjørdur, verður atgongdin hjá suðuroyingum til heilsutænastur, nógv lættari - og tað verður nógv lættari hjá fólkið norðan eftir at fáa atgongd til heilsutænastur, vit hava í Suðuroy, sigur stjórin.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi er einasta pínuklinikk í landinum, og tað er eisini einasta sjúkrahús í landinum, har tað ber til at knúsa nýrastein við lasara, sum er ein nógv lagaligari viðgerð fyro sjúklingar, enn aðrir viðgerðarhættir. Hetta eru tvey dømi um viðgerðir, sum bara eru á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Hinvegin eru tað nógv sum stúra fyri, at kemur tunnilin, fer Suðuroyar Sjúkrahús at verða niðurlagt.

Tað er Hanus Toftheyggj ikki samdur í. Hann minnir á, at tað er ein politisk semja um, at vit skulu hava eitt sjúkrahúsverk - men við trimum sjúkrahúsum.

Tað er eisini ført fram, at verður tunnilin gjørdur, kann tað vísa seg at verða lættari at fáa onkra sergrein afturat á Suðuroyar Sjúkrahús.

Í dag er Suðuroyar Sjúkrahús ein meiri isoleraður partur av sjúkrahúsverkinum. Men fáa vit ein tunnil, verður Suðuroyar Sjúkrhús ein meiri samantvinnaður partur av føroyska sjúkrahúsverkinum. Og tað bøtur um møguleikarnar fyri at leggja fleiri uppgávur á Suðuroyar Sjúkrahús - og um møguleikarnar fyri at gagnnýta serfrøði og útgerð betur enn í dag við tað.

Tvørtur ímóti heldur hann, kemur eingin tunnil, er vandi fyri, at Sjúkrahúsið verður niðurlagað.

Hann sigur, at aldursbýtið á fólki í Suðuroy er enn meiri skeiklað enn tað er í restini av landinum, tí tað verða alsamt fleiri eldri og færri børn og ung.

Fá børn verða fødd í Suðuroy og eg eri sannførdur um, at kemur eingin tunnil, fer tað heldur ikki at bera til at fáa nokk av arbeiðsmegi til sjúkrahúsið í framtíðini.

Tað fer at máa støðið undan sjúkrahúsinum og so tað at niðurlagað seg sjálvt, heldur hann

Hann vísir á, at fyri 30 - 40 árum síðani vórðu 80 - 90 børn fødd í Suðuroy um árið. Nú eru tað eini 50, so hendir einki, verður støðan heilt álvarslig um nøkur ár, heldur Hanus Toftheyggj.

Men hann sigur, at hinvegin ber ikki til at byggja landið út fyri milliardir og so vænta, at alt skal vera sum tað var áðrenn.

So broytingar fara at henda, men við einum tunli fáa vit arbeitt og raðfest øðrvísi og fáa brúkt meiri orku upp á viðgerðir, sigur Hanus Toftheyggj.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ógvusligt ferðsluóhapp - bilførarin sat fastur í bilinum

11. mai kl. 09:16

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Minna fólk á at keypa í handlinum í bygdini

14. mai kl. 14:03

Leggur frá sær eftir 25 ár í sessinum

12. mai kl. 16:15

Fýra bilførarar mistu koyrikortið í gjár - og tveir aðrir eru í vanda

11. mai kl. 10:15

Útlendingur koyrdi út av - vegurin stongdur í hálvanannan tíma

14. mai kl. 07:45