Ongi úrslit

Kastaðu kavabløk á bil - rúturin fór í knús

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tá ið kavi er, hendir tað seg ofta, at børn og ungdómar hava stuttleika av at kasta kavabløk eftir bilum.

Men løgreglan sigur, at tað er nokk so vandamikið spæl, tí bilarnir kunnu fáa skaða, umframt at tað kann loypa hvøkk á bilføraran, so hann renur á, ella út av.

Eitt dømi um tað var í Leirvík í gjárkvøldið. Har kastaðu ungir dreingir kavabløk eftir einum bili, og har rakti eitt kavablak so meint, at forrúturin fór í spønir.

Løgreglan sigur, at nøkur fólk vóru í bilinum, eisini eitt pinkubarn, men fólkaskaði var eingin.

Fleiri ungir dreingir hildu til beins og løgreglan veit ikki, hvør tað var, sum kastaði kavabløkini. Men løgreglan heitir á foreldur um at tosa við børnini um álvarsemi í at kasta kavabløk eftir bilum.

Herfyri var tað sama ein afturvendandi trupulleiki í Klaksvík og eisini tá gjørdi løgreglan vart við hetta - og haðani eru ongar fráboðanir komnar um slíkt síðani.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03