Ongi úrslit

Karrierukvinnan og familjumaðurin

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard,
15 tímar síðan

Einaferð var neyðugt at eyðmerkja hesi fólkini. Hann er ein familjumaður, hon er ein karrierukvinna. Hesi orðini góvu eina mynd í høvdinum av, hvørji hesi fólkini vóru. Tey øvugtu orðini; familjukvinnna og karrierumaður, finnast ikki. Tey vóru normurin, mamman heima hjá familjuni, og maðurin í sínum yrki.

Javnstøða er góð fyri mannin

Menn tíma væl at vera pápar. Menn tíma væl at trilla barn sítt, spæla við barnið, ala barnið upp. Ungir pápar í dag vilja javnstøðu. Teir vilja vera saman við sínum børnum. Møguliga vilja teir eisini hava sama rætt til børn síni, sum mamman, um so er at tey fara hvør til sítt.

Einaferð, og tað er ikki langt síðani, helt mann tað vera løgið, at ein pápi trillaði.

Pápin hevur ongantíð verið einsamallur forsyrgari

Tíðin tá pápin var “einsamallur” forsyrgjari og kom heim til heitan døgurða á middegi og troyttur heim til nátturða, er farin. Tann tíðin, tá maðurin var einsamallur forsyrgjari, hevur ongantíð verið til. Kvinnan syrgdi fyri børnunum, kúnni, seyðinum og gomlu foreldrunum.

Soleiðis var samfelagið skipað tá, og hetta er einki at leingjast eftir. Hvørki hjá manni ella kvinnu. Vit hava havt eitt stutt tíðarskeið á 10-20 ár, tá kúgvin ikki var partur av myndini. Tá samfelagið varð skipað við dagstovnum og ellisheimum, kundi kvinnan fara út á arbeiðsmarknaðin.

At skipa samfelagið til javnstøðu

Tjóðveldi virkar fyri javnstøðu, og hvørja ferð Tjóðveldi hevur verið í samgongu, batnar javnstøðan. Hon batnar fyri mann og kvinnu. Tá ætlanin er at eyðmerkja meir barsil til pápan, tosar andstøðan ímóti hesum við grundgevingini: frælsi hjá familjuni at velja. Og hesi grundgeving stuðla nógvar kvinnur, tí hvør vil missa tíðina saman við barni sínum?

Minka um lønargjónna millum mann og kvinnu

Dømi eru um barsilsskipan frá grannalondunum, har 3 til 6 mánaðir eru eyðmerktir til pápan. Foreldur kunnu skipa seg soleiðis, at tey eru heima saman og síðani hvør sær. Í hesum londum er lønargjógvin minkað. Tað merkir ikki, at øll eru nøgd, tí eingin vil missa nakað, hvørki inntøku ella tíð við barni sínum. Men tað merkir, at samfelagið gerst javnari fyri mann og kvinnu, og barnið fær meiri tíð við pápanum.

Góðan altjóða kvinnustríðsdag - 8. mars!

Vit eru áhaldandi í royndarskipan, tí normurin broytist so hvørt, sum vit broyta virðini av okkara tíð og leikluti. Tað er ikki neyðugt at eyðmerkja familjumannin ella karrierukvinnuna longur. Tað er sett virði á arbeiði, sum fyrr var í heiminum. Tað er framvegis ein lønargjógv millum menn og kvinnur, menn hava framvegis ikki sama rætt til tíðina við børnum sínum.

Tað er nógv at arbeiða fyri allar dagar í árinum, og eg vil virka fyri familju, samfelagi og vinnu í javnvág fyri einum betri samfelag. Tíðin við børnunum er tann dýrabarasta.

Set X við Sigrid Jensdóttir Dalsgaard,

Tjóðveldi, listi E

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Ársins Brita 2026

10 tímar síðan

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45