Ongi úrslit

Kári Bæk varð heiðraður og fekk handað Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs.

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 14:01

Tað var ein heilt serlig løta í ráðhúsinum í gjár, tá Kári Bæk varð heiðraður og fekk handað Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs.

Nógvir liggja eftir Kára Bæk, og skalt tú hava eina hjartans tøkk fyri tíni serligu og eyka tøk. Til handanina bar eg heilsu fram:

Góðu tit øll,

Vit eru savnað í dag fyri at heiðra Kára Bæk við Heiðurstekin Tórshavnar Býráðs.

Gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs verður latið borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur. Vit í kommununi ynskja at heiðra borgarum, sum eldhugaði taka eitt eyka tak samfelagnum at frama.

Tónleikur er ein grundleggjandi partur av føroysku mentanini og samleika okkara. Vit savnast um tónleikin og sangin. Ein ógvuliga týðandi partur av tónleikalívinum í Føroyum verður hildin uppi av kórsanginum, sum er fastur táttur til flestu føroysku hátíðir. Her eigur tú, Kári, ein ógvuliga týðandi leiklut. Sum kórleiðari hevur tú stjórnað nógvum kórum, og sum formaður í bæði Kórsambandinum og Felagnum Føroysk Tónaskøld hevur tú tikið eitt stórt tak fram á leið.

Eisini hevur tú sum tónaskald lagt týðandi varðar. Uppruna føroyskt tilfar er ómetaliga virðismikið fyri okkum sum tjóð, og hevur tú lagað varðar eftir tær við mongu verkum tínum – bæði til kór og ljóðføri.

Eg skilji á lagnum, at títt lítillátna svar, tá tú fekk boð um heiðurin í dag, var: “Eg haldi meg ikki hava gjørt nakað serligt fyri at hava slíka heiður uppibornan”. Tað hevur tú – í ríkiligt mát.

Eg vil nú lesa heiðursbrævið, ið er soljóðandi:

“Kári Bæk hevur seinastu mongu árini verið undangongumaður í føroyskum tónleiki, og sum kórleiðari, tónaskald og fyriskipari eigur hann stóran lut í menningini av kórsangi í Havn og í Føroyum sum heild.

Serliga er hann kendur sum tónaskald, og hevur hann skrivað mong viðurkend verk fyri kór og instrumentalan tónleik. Millum hesi kann nevnast “Askur og Embla – the First Day may be”, sum í 2012 var í uppskoti til Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Eisini hevur hann verið kórleiðari í nógv ár. Millum kórini, hann hevur stjórnað, kunnu nevnast Cantus Borealis, Tórshavnar Kamarkór og Tórshavnar Manskór. Afturat hesum hevur Kári verið dirigentur hjá GHM.

Hann var formaður í Kórsambandi Føroya í heili 11 ár og hevur fyriskipað og staðið á odda fyri nógvum kórstevnum og kórleiðaraskeiðum kring landið. Fleiri ferðir hevur Kári stjórnað siðbundna Ólavsøkukórinum, ið hevur verið fastur táttur av Ólavsøkuni síðani 1930.

Fyri nærlagni sítt, ídni og slóðbrótandi íkast til tónleikalívið í Havn verður Kári Bæk heiðraður við Gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs.”

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

3. juni kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

4. juni kl. 17:00

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

4. juni kl. 08:56

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

7 tímar síðan