Ongi úrslit

Kanska kunnu nú verða eitt sindur bjartskygd um ferðsluna

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í fjør doyðu tvey fólk í ferðslum í Føroyum. Tað staðfestir Ráðið fyri Ferðslutrygd, nú tey hava havt ársfund.

Men tey staðfesta samstundis, at tað eru tvey ov nógv.

Í apríl doyði ein 19 ára gamal maður av løstunum hann fekk, eftir at skutari hansara og ein bilur rendu saman á landsvegnum við Skála.

Í juli doyði ein 87 ára gamal maður í bilvanlukku í Eysturoyartunlinum, tá ið hann rendi á miðoynna í undirsjóvartunlinum.

Tilsamans eru 294 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi eitt mannalív í 1928, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Tey siga, at gongdin seinnu árini hevur verið góð, og tað eru fleiri fleiri ár, har eingin hevur latið lív í ferðsluvanlukkum. Og hesi seinastu seks árini, eru í mesta lagi tvey fólk deyð í ferðsluvanlukkum um árið.

Tað merkir, eisini, at eftir fólkatalinum, er tað ongastaðni í Norðurlondum, at tað nú so fá, sum doyggja í ferðsluvanlukkum. Annars hava vit aloftast ligið hægri - og ofta væl hægri.

Samstundis hækkar talið á teimum, sum meiðslast í ferðsluvanlukku, heldur ikki, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

– Og so er kanska orsøk til varligt bjartskygni, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Tey halda, at hetta kunnu verða fyrstu ábendingar um, at ferðslulógarbroytingin um handhildna fartelefon sæst aftur í hagtølunum.

Í Ferðslutrygdarætlanini fyri 2019 - 2027 er høvuðsmálið, at í 2027 skal talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða, vera 30 prosent lægri enn tað var í 2018.

Hetta merkir, at talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða skal í mesta lagi verða 23 óhapp í fjør og 21 óhapp í 2027.

Annars minkaði talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða heilt nógv í 2009 tá fleiri stórar broytingar vórðu gjørdar í ferðslulógini.

Talvan vísir talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða hesi seinastu árini. Tann brotna linjan vísir, hvat talið hevði verið, hevði endamálið í ferðslutrygdarætlanini hildið

Millum annað varð promillumarkið lækkað niður í 0,2 og skipanin við klippum í koyrikortið fyri ávís ferðslubrot varð sett í verk.

Síðani hevur tað ligið á umleið 30 - 35 óhapp við fólkaskaða um árið. Men í fjør skrásetti løgreglan 27 ferðsluóhapp við fólkaskaða. Tað er tað triðja árið á rað, at talið ikki er hægri enn árið frammanundan.

– Heldur hetta rákið fram, kann tað henda, at málið verður rokkið - hóast tað er seinkað nøkur ár, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Av teimum 27 óhappunum við fólkaskaða í fjør, vóru tvey óhapp, har rúsdrekka, ella rúsevni - ella heilivágur - var uppií.

Hetta er eitt vet lægri enn í 2024, tá tí trý óhapp vóru av hesum slagi. Men í øllum hesum tølum skal eisini leggjast upp fyri, at talið á bilum er nógv størri nú, enn tað hevur verið, og talið á kilometrum, sum verða koyrdir, er somuleiðis nógv størri.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

19 tímar síðan

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

Í gjár kl. 11:50

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10