Ongi úrslit

Kanning: Ov feit fólk hava meira lyndi til at blíva koronusmittað

Fólk við høgum BMI-talið hava meira lyndi til at gerast koronusjúk enn onnur. Tað vísur ein nýggj kanning úr Ísrael

Sigurjón Einarsson
Í gjár kl. 11:47

Granskarar á Chaim Sheba Medical Center í Ísrael eru í nýggjari gransking komin fram til ta niðurstøðuna, at ov feit fólk hava meira lyndi til at blíva koronusmittað enn onnur.

Tað skrivar Sky News.

Granskararnir hava funnið útav, at fólk við einum BMI-talið millum 25 og 29,9 hava 22 prosent meira lyndi til at verða koronusmittað enn onnur. Fólk við einum BMI-talið millum 30 og 34,9 hava 27 prosent meira lyndi og tey við einum BMI-talið yvir 40 høvdu 86 prosent meira lyndi at blíva koronusmittað.

Eitt BMI-tal millum 18,5 og 24,9 verður roknað sum vanlig miðalvekt hjá fólki.

Í kanningini tóku granskararnir fyrst hædd fyri aldri, kyn og medisinsku søguni hjá fólki, áðrenn sambandið millum BMI og líkindini fyri at verða smittað við koronavirusinum vóru greið. Í úrslitunum av kanningini søgdu granskararnir, at tá BMI-talið er yvir tað, sum verður roknað sum vanligt, økjast møguleikarnir fyri at verða koronusmittað.

Kanningin er grundað á royndir frá 26.030 fólkum, sum vórðu gjørdar í tíðarskeiðnum millum 16. mars og 31. desember 2020. Av hesum 26.030 gjørdust 1.178 koronusjúk í sama tíðarskeiðið.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

Í gjár kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01