Ongi úrslit

Kannaðu skeinkistøð í nátt - og fylgja tí upp í kvøld

Áki Bertholdsen
27. sepember kl. 09:16

Tað hevur ikki verið nógv fólk í býnum í ófantaliga veðrinum í nátt, og løgreglan hevði heldur ikki nógv at gera.

Tað høvið brúktu tey til at kanna skeinkistøðini í Havn og í Norðoyggjum fyri at vita, um alt var eftir forskriftunum.

Tey plaga at kanna um fólk undir 18 ár eru inni, um neyðútgongdir eru, sum tær skulu vera, um um øll skelti eru uppi, sum skulu vera uppi.

Løgreglan sigur, at sum heild var alt eftir forskriftunum, men onkustaðni var okkurt smáttarí, sum ikki var eftir bókini, eitt nú manglaði onkur skelti onkustaðni.

Løgreglan sigur at í kvøld fara tey aftur á gátt hjá teimum skeinkistøðunum, har okkurt ikki var eftir forskriftunum fyri at vita um tey hava fingið tað í rættlag.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57