Umleið 125 fólk, vóru fyri nøkrum árum síðani rakt av mateitran samstundis, eftir at hava etið á tveimum ymiskum sushi-matstovum í svenska býnum Lerum. Hettar skrivar Expressen.
Felagið, sum eigur tær báðar matstovurnar, høvdu illgruna um, at eitranin stavaði frá laksi.
Magainfluensa kann lættliga blandast saman við mateitran, tí eyðkennini sum kvalma, mildan fepur og uppkast eru til staðar í báðum førum.
Munurin sæst á, at eyðkennini fyri mateitran koma sera skjótt fram, eftir at tú hevur etið tann ringa matin. Við magainfluensu tekur tað vanliga nakrar dagar.
Tað er sera týdningarmikið at handfara og fyrireika ráan fisk, sum skal nýtast til sushi á rættan hátt. Hettar skal gerast við at frysta fiskin eftir reglugerðum.
Hettar fyri at drepa bæði sníkar og ymiskar bakteriur.
Salmonella kann eisini finnast í ráum fiski, um reinføri ikki er í ordan.
Sildaormur er ein sníkjandi rundormur, sum er í ráum saltvatnsfiski. Hann kan føra til Anisakiasis, ein sjúka við álvarsligari búkpínu.
Um fiskur verður goymdur í ov høgum hita, yvir 2 stig, kunnu bakteriur fjølgast og elva til Histamin-eitran.