Ongi úrslit

Kalendarin er nærum fullur

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Tey flestu kenna til Jensjáku Hansen. Hann er, sum hann eisini sjálvur sigur, væl giftur við Ann Hermannsdóttir sum er prestalærd. Hon starvast sum studentarprestur fyri miðnámsskúlarnar kring landið.

Tey bæði hava verið at hoyrt í bæði útvarps- og sjónvarpssendingum, umhandlandi ymisk evni. Eisini eru tey at síggja á Facebook, har Jensjáku leggur út skemtingarsom videobrot frá dagligdegnum.

Brotini eru ofta spontanar upptøkur við honum og Ann, men eisini er okkurt stuttligt brot við skemtisøgum.

Her sæst til dømis eitt stuttligt brot í samstarvi við Jónfinn Stenberg. Tað eru søgur sum teir sjálvir hava sæð og hoyrt, og síðani gjørt til sínar egnu.

-Jónfinn hjálpur mær nógv við at finna uppá søgur og at gera manuskript, fortelur Jensjáku.

Hóast tað at hann eisini hevur fingist við undirhald áðrenn, so stovnaði hann egið virksemi fyri einum ári síðani, har han ger alt møguligt.

Tað er gjøgnum hettar at hann kan bestillast út at undirhalda og fáa smílini framm hjá gestunum. Tað veri seg um tað er til jólaveitsluna, føðingardagin, bindiklubbaveitsluna, til brúðleypið ella eitthvørt annað sum skal haldast.

Spurdur um hvat hann sjálvur fær burturúr at fara út og undirhalda, svarar hann á sín jaliga og skemtiliga hátt:

-dopamin.

Kalendarin hjá Jensjáku er næstan fullteknaður fyri ì ár, so nú ræður um at skunda sær.

Facebook-vangan hjá Jensjáku.

Har er láturgaranti!

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

13 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

7 tímar síðan