Ongi úrslit

Kalas spælir á Summar Festivalinum

Fýra barndómsvinkonur spæla í bólkinum Kalas, sum verður við á Summar Festivalinum

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
8. mai kl. 13:51

Í 2017 stovnaðu fýra vinkonur fólkatónleikabólkin Kalas. Hóast tær allar byrjaðu sum klassiskir tónleikarar, fullu tær fyri fólkatónleiki á fólkatónleikarastevnu í Finnlandi í 2017.

Eftir hetta varð Kalas veruleiki, og síðani hava tær havt óteljandi framførslur bæði heima og burturi – serliga á fólkatónleikastevnum. Og nú er tíðin búgvin, at Kalas kemur á landsins størsta tónleikatiltak at hava konsert.

Tónleikararnir í Kalas eru Døgg Jógvansdóttir úr Dímun (violin), Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen (akkordion), Bjørt Holm (sello) og Sigrið F. Hansen (kontrabass).

Í februar mánaði góvu tær ep-útgávuna Minnisgripir út, og á hesari útgávu eru nøkur av dýrabarastu tónleikaminnum teirra.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14