Ongi úrslit

Kaj Leo stovnar felag fyri koyristólsbrúkarar

Vit arbeiða fram ímóti, at vit í Føroyum gerast millum heimsins vinarligastu koyristólsbrúkara lond

Jóhanna Højgaard
19. juli kl. 17:08

Løgtingslimur og fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen er vorðin koyristólsbrúkara.

Orsøkin til tess er, at hann fekk diagnosuna CIDP.

Hettar er kronisku inflammatoriskur nervabruni, og er tað ein autoimmunur tilstandur.

Kaj Leo letur seg tó ikki sláa so lætt út, og er enn sera virkin. Ikki bara vil hann skipa fyri einari stevnu fyri allar føroyingar í koyristóli.

Fer at skipa fyri stevnu

Hann hevur eisini gjørt av at stovna eitt felag fyri koyristólsbrúkarar.

Í næstu viku verður so stovnandi aðalfundur, við setan av nevnd.

Eitt skriv á hansara Facebook-vanga fyrradagin við myndum av Tórsbreyt, vísti at eitt tílíkt felag er kærkomið í Føroyum.

Illa ber til at koyra út á rennibreytuna tí kanturin er alt ov høgur. So hóast wc eru til avlamin, so er ikki heilt so líkatil at koma fram allastaðni.

– Øll og eg meini øll sum sita í koyristóli altíð, ella í styttri tíðarskeið, skulu fáa tað lættari.

Vit arbeiða fram ímóti, at vit í Føroyum gerast millum heimsins vinarligastu koyristólsbrúkara lond, og allir føroyingar í koyristóli skulu kenna og vita, at tað er so.

Takk til Megd og Javna, skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook.

Kaj Leo greiddi soleiðis frá sjúkuni í Sosialinum 23. august í fjør:

– Eg hevði ein skaða í rygginum frá fótbóltinum, sum hevur vitjað aftur av og á. Til endans var tað blivið so keðiligt, at eg lat meg skurðviðgera. Tveir diskar trýstu og ávirkaðu nervar niður í beinið, segði hann við Sosialin.

Skurðviðgrðin eydnaðist væl, men hann hevur í dag skerdan førleika.

Hann heldur, at upprunin til sjúkuna er ryggskaðin, sum er komin frá hansara tíð sum málmaður í fótbólti.

– Eg byrjaði at kasta meg sum 7 ára gamal. Tá var tað grúsvøllur, so eg bløddi til næstan hvørja venjing. Tað var hart fyri likamið, og tað betalir man so ein prís fyri í dag. Men eg hevði ikki viljað verið ta gleðina og tann kammeratskapin frá fótbóltinum fyri uttan, segði hann tá.

-Tá tú ert komin í koyristól, so kann tú líka so væl gera tað soleiðis, at tú ikki bert verður góður men sera góður at brúka ein koyristól, sigur Kaj Leo

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Hanus G. Johansen er farin um sýn

Í gjár kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15