Nú er næstan eitt ár síðani, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, varð so sjúkar, at hann endaði í koyristóli.
Hendan tíðin hevur givið honum nógv at hugsa um - og hann er als ikki fallin í fátt, heldur tvørtur ímóti.
– Tá ið tú ert komin í koyristól at sita, kanst tú akkurát tað sama gera títt til, at duga tað si væl, sum tilber, sigur hann.
Og nú hevur hann tikið stig til eitt rættiliga sermerkt tiltak, sum eisini er tað fyrsta av sínum slagi.
Hann ætlar nevniliga at skipa fyri stevnu fyri øll fólk í Føroyum í koyristóli.
Hann sigur, at hetta verður eitt tiltak, har øll, sum sita í koyristóli, kunnu læra av hvøjum øðrum og mennast, bæði kropsliga og sálarliga.
Hann sigur, at hetta er nakað, hann hevur hugsað um í langa tíð.
– Vit, sum enda í koyristóli, vita alt ov lítið um tær avbjóðingar tað hevur við sær, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Sjálvur hevur hann altíð verið soleiðis skrúvaður saman, at fær hann eina avbjóðing, fer hann bara í gongd við at loysa hana.
– Avbjóðingarnar eru so ymsar hjá teimum ymisku koyristólsbrúkarar. Summir koyra á og íðka ítrótt, men onnur eru verri fyri og mugu hava hjálpara við.
Hann sigur, at hann kundi hugsað sær, at øll, sum sita í koyristóli hittast ein dagin, at tosa um hesar avbjóðingarnar, bæði royndir koyristólsbrúkarar og tey, sum nýliga eru endað í koyristóli.
Hann sigur, at enn er óvist, nær stevnan verður. Men tað er nógv at taka støðu til, eitt nú hava koyristólsbrúkarar í Suðuroy eina serliga avbjóðing við ferðaætlanini.
Ein avbbjóðing verður eisini, hvussu, og hvar tað ber til at samla so nógv fólk í koyristóli, og hvussu við flutningi? Alt hetta eru spurningar, greiða skal fáast á - men hetta kann eisini vera við til at lýsa, hvørjir hentleikar mangla, og hvørjar forðingar eru fyri okkum í koyristóli.
– Vit hava øll ymsar avbjóðingar, alt eftir hvussu nógv tú kanst brúka beinini, hvussu nógv kanst tú brúka armarnar, og so framvegis, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Men ein avbjóðing, sum er afturvendandi hjá øllum og tað er at flyta seg eftir lið.
– Vit skulu flyta okkum eftir lið, úr koyristólinum eftir lið inn í bilin, eftir lið yvir í songina, ella yvir í stólin, ella yvir á wc, og so framvegis.
Hann hevur roynt at spurt, hvussu nógvir føroyingar sita í koyristóli, men tað hevur eingin kunnað sett tal á enn.