Ongi úrslit

Jólamarknaður á Tvøroyri 30. novembur

Tíðin er enn einaferð komin til sera væl umtókta Jólamarknaðin á Tvøroyri. Øll árini marknaðurin hevur verið, hevur undirtøkan millum luttakandi og gestir verið sera góð.

Tíðindaskriv
30. oktober kl. 10:30

Tíðin er enn einaferð komin til sera væl umtókta Jólamarknaðin á Tvøroyri. Øll árini marknaðurin hevur verið, hevur undirtøkan millum luttakandi og gestir verið sera góð. Eins og undanfarin ár, so er tað frálíka Seglloftið, ið Tvøroyrar kommuna eigur, ið er karmur um hugnaliga tiltakið.

Øll eru hjartaliga vælkomin at umbiðja sær eitt borð. Tað gert tú við at skriva til [email protected] ella við at ringja á 611085. Upplýsast skal navn og hvat tú hevur hug til at selja á Jólamarknaðinum.

Tað er ókeypis at vera við á jólamarknaðinum, ið Tvøroyrar kommuna skipar fyri.

Sum so eru eingi krøv til luttakararnir, tó er ynskiligt, at tað, ið selt verður, er heimagjørt og ikki eitt nú ”loppur” o.a.t. Heimabakað, súltutoy, smúkkur, bundið, seymað, góðgæti, jólapynt og so framvegis, er sera væl egnað til tiltakið.

Kommunan leggur hølir og borð til, men luttakararnir pynta sjálvir síni borð.

Seinasta freist at melda seg til, er fríggjadagin 21. november kl. 12:00.

Luttakararnir sleppa inn á Seglloftið sunnumorgun 30. november, frá kl. 10:00.

Hjartaliga vælkomin at vera við.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Er meldaður fyri blúnisbrot

22 tímar síðan