Klokkan fimm, seinnapartin í dag, verður afturvendandi jólakonsertin í Vágs kirkju.
Sum undanfarin ár er talan um eina sera fjølbroytna konsert, so nú er at kopla frá jólastrongdini eina løtu og leggið leiðina í kirkjuna, siga fyrireikararnir.
Umframt Kirkjukórið, Ljóm, syngja Orðið í Borðið, Streingjakórið í Porkeri, Streingjakórið í Missiónshúsinum á Tvøroyri og barnakór.
Blásarakvintettin, Eitt lítið Lot, spælir nøkur jólaløg, umframt at Ásgerð Stenberg Olsen spælir floytu og fylgisspælið hevur Petur Martin Johannesen, organistur.
Eisini kemur kvartettin Tonika at syngja.
Fyrireikararnir siga, at høvi verður at lata nøkur oyrur til vælgerandi endamál.