Ongi úrslit

Jóhanna Fossdalsá er ársins kvinnuliga fótbóltstalent í Danmark

- Eg fari at halda fram við harða arbeiðinum, tí har er enn nógv eg kann røkka og betra

Ragnar Sjúrðarson
5. desember 2024 kl. 18:47

Ungi føroyski fótbóltspælarin, Jóhanna Fossdalsá, varð í dag kosin ársins kvinnuliga talent í donskum fótbólti.

19-ára gamli danski landsliðspælarin er valdur av hennara liðfeløgum, og heiðurin verður latin í samstarvi við Spillerforeningen og Dansk Boldspil-Union (DBU).

- Eg eri sera errin, takksom og glað, tí eg veit, hvussu nógvir dugnaligir spælarar áður hava fingið hendan heiðurin, sigur Jóhanna Fossdalsá við DR Sporten.

- Eg fari at halda fram við harða arbeiðinum, tí har er enn nógv eg kann røkka og betra. Eisini verður eitt endaspæl í summar, sum eg gjarna vil við til.

Jóhanna, ið dagliga spælur við BK Häcken, fekk sín fyrsta landsdyst fyri Danmark í februar móti Eysturíki og hevur tilsamans spælt tríggjar dystir fyri Danmark.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49