Ongi úrslit

Jóhan og hinir gulldreingirnir vóru stórliga fagnaðir

Stór mannfjøld við Fríðriki kongi á odda var savnað á Ráðhúsplássinum, tá ið Jóhan á Plógv Hansen og liðfelag hansara vóru fagnaðir fyri at hava vunnið fjórða HM heitið á rað

Jonhard Hammer
3. februar kl. 18:02

HM í hondbólti er liðugt. Í dag vóru donsku heimsmeistararnir stórliga fagnaðir, tá ið teir vóru aftur í Keypmannahavn og høvdu stóra og tunga HM steypið við sær.

Talan er um heilt serligan sigur, tí hetta er fjórða ferðin á rað, at danska manslandsliðið er heimsmeistari. Danmark vann HM í 2019, 2021, 2023 og so nú í 2025. Næsta HM kappingin í manshondbólti verður um tvey ár í Týsklandi.

Hóast tað er vetrarkuldi í Keypmannahavn, so var tað stúgvandi fult av fólki og fagnaði heimsmeistarunum í dag. Soleiðis var tað seinnapartin í Kastrup, tá ið spælararnir komu úr lufthavnini eftir flogferðina úr Oslo, og soleiðis var tað fram við vegnum allan teinin inn á Ráðhúsplássið.

Millum nógvu túsund fólkini á Ráðhúsplássinum var Fríðrikur kongur, sum helt talu fyri danska liðnum, áðrenn spælararnir fóru út á svalan á ráðhúsinum og heilsaðu mannamúgvuni. Jóhan +a Plógv Hansen og liðfelagarnir lyftu hvør eftir annan steypið, og fjøldin fagnaði teimum.

Fimm spælarar royndu hetta, sum nú er siðvenja, fyri fjórðu ferð. Ein av teimum er føroyski Jóhan á Plógv Hansen. Konan, Astrd Juhl Kyhn og børnini Nora og Alfred vóru og tóku ímóti manninum og pápanum, sum er aftur eftir at hava verið burturi í HM ørindum í tríggjar vkkur.

Dimmalætting ynskir Jóhan á Plógv Hansen hjartaliga til lukku við HM heitinum. Fýra HM á rað er heilt framúr.

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

18 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40