Í novembur og desembur verða Vitringarnir 3 aftur at síggja á pallinum í Harpuni í Íslandi, har føroyingurin, Jógvan Hansen, saman við Eyþóri Inga og Friðriki Ómari, fara at seta lív, ljós og tónleik inn í myrku jólatíðina.
Seinasta ár vóru teir sera væl móttiknir og meira enn 16.000 atgongumerki vórðu seld til 25 sýningar upp á bara tríggjar vikur.
Hettar er aðru ferð, at teir tríggir fara á pall við jólashowinum, og vóna teir aftur í ár eina góða undirtøku.
Ikki vanlig jólakonsert
Sýningin er ein blanding av skemti, tónleiki, sjónleiki og sjálvironi.
– Vit gera okkum sjálvar eitt sindur til klovnar, sigur Jógvan Hansen við einum smíli.
– Tað er nógv skemt ímillum, men vit koma eisini at spæla góðan tónleik.
Tað er júst hendan samansetingin, sum ger, at teir kalla tað fyri show, heldur enn eina konsert.
– Tað er ein sýning, har vit hava meira frælsi enn í eini “jólakonsert”. Vit royna at skapa eina heildaruppliving við nógvum ljósi, nógvari orku, og eina aktiva pallmynd. Tað skal vera stuttligt og livandi, akkurát sum eitt show eigur og skal verða, sigur Jógvan Hansen.
Jógvan heldur, at júst hetta frælsið er nakað, sum íslendski tónleikapallurin rúmar væl.
– Í Íslandi er ofta meira pláss til tað óvanliga og undirhaldið. Tað er loyvt at spæla og flyta mørkini eitt sindur.
Atgongumerkini kosta ímillum 650 krónur og 800 krónur, alt eftir hvar ein situr í salinum.
Forsølan hevur verið og tá vórðu 4.000 atgongmerki seld.
Almenna sølan byrjar mikudagin tann 27. august klokkan 11 føroyska tíð, og til ber at keypa atgongumkerkini á:
www.vitringarnir3.is
Eisini ber til at síggja meira til vitringarnir 3, á facebook síðu teirra her: