Ongi úrslit

Joe Biden hevur fingið staðfest Korona

Korona vann valið fyri Biden i 2020. Sjúkan kann kosta honum sigurin í 2024

Brandur Sjúrðarson
18. juli 2024 kl. 00:58

Joe Biden hevur fingið sjúkueyðkenni fyri Kovid-19, og nú hevur Hvíta Húsið staðfest, at 81 ára gamli forsetin hevur fingið virussjúkuna. 

Forsetin fer í sóttarhald, men fer enn at røkja sínar skyldur í húsunum í Delaware. 

Nógv prát hevur verið um at skift forseta valevni fyri demokratiska flokkin til valið fyrst í novembur. Eftir at tað gjørdist sjónligt í kjakinum millum Biden og Trump, at kognitivu førleikarnir hjá Biden eru skerdir, er hetta ikki nakað, sum toymið handan valstríðið hjá Biden hevur tørv á. Nú sær hann ikki bert út sum ein gamal abbi, men eisini ein sjúkur gamal abbi. 

Ein av týdningarmestu orsøkunum til, at Trump tapti valið 2020, var júst Korona. Hann sá ikki út til at taka smittuna í álvara, hóast umleið 1,1 milliónir fólk doyðu av henni. Biden sá tá út sum ein álítandi og tryggur maður at enda bardagan móti smittuni. 

Um Korona vann Biden valið í 2020, kann Korona líka so væl vinna valið fyri Trump í 2024. 

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41