Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur og mentanarsøgufrøðingur, varð føddur í Sørvági 30. apríl 1945. Foreldrini vóru Peter Ole Joensen og Irena Joensen, fødd Haraldsen, bæði úr Sørvági.
Jóan Pauli tók nýmálsligt studentsprógv frá Rønde Kursus í Danmark í 1966. Sama ár fór hann undir lestur á Aarhus Universiteti, og frá 1970 var hann eisini innskrivaður sum lesandi á Universitetinum í Lund. Í 1975 fekk hann heitið fil. dr. í fólkalívsfrøði frá Lund við ritgerð síni “Færøske slupfiskere”. Í 1987 fekk hann haraftrat dr. phil.-heitið í søgu frá Aarhus Universiteti við ritgerðini “Bønder og fiskere”. Jóan Pauli arbeiddi sum savnsvørður á Føroya Fornminnissavni frá 1976 til 1989.
Í lestrartíðini hjá sær arbeiddi hann eisini við innsavning á Fróðskaparsetrinum, og Jóan Pauli varð í 1989 tilnevndur professari í siðsøgu og fólkalívsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var rektari á Setrinum árini 1991-1998 og 2004-2011. Hann hevur eisini verið knýttur at universitetinum í Bergen. Í 1998-1999 var Jóan Pauli professari í fólkalívsfrøði (etnologi) í Bergen.
Fróðskaparsetrið fyllur 60 ár í ár, og Jóan Pauli menti sín fólkalívsfrøðiliga samleika tey fyrstu árini, ið Setrið var til. Sama ár, sum Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn (í 1965 sum Academia Færoensis), varð skipað fyri altjóða víkingaráðstevnu í Føroyum.
Ein av útlendsku gestunum var kendi írski fólkaminnisfrøðingurin Séamus Ó Duilearga, sum fekk stóra ávirkan á tað føroyska mentanarfrøðiliga granskingarumhvørvið. Jóan Pauli hevur ognað eina av bókum sínum – “Ketilostur, maðurin umborð og putursukurveðrar – 50 ár sum fólkalívsfrøðingur” (2020) – minninum um Séamus Ó Duilearga (1899-1980). Jóan Pauli fortelur um Séamus í bókini við tí langa heitinum:
“Hann [Séamus] mælti setursfólkunum til at fara undir fólkalívsfrøðiliga innsavning sum skjótast. Hann skuldi siga við Sverra Dahl, landsantikvar, at tað ráddi ikki bert um at grava í jørðini, men eisini at grava tað fram, sum fólk enn høvdu í høvdinum” (s. 19).
Arbeiðið hjá Innsavningarnevnd Fróðskaparsetursins, sum fór í gongd í 1967, og har ið Jóan Pauli luttók sum ein av sjey innbodnum studentum, varð skipað við Séamus sum vísindaligum ráðgeva og vegleiðara. Christian Matras hevði biðið Jóan Paula um at koma heim til Føroya at luttaka í hesum arbeiðinum. Jóan Pauli og Séamus gjørdust vinmenn, og írski professarin gav unga studentinum fakligan íblástur, sum stimbraði hansara akademisku framtíðarætlanir og ambitiónir. Meira er at lesa um hetta í bókini frá 2020.
Jóan Pauli hevur verið virkin í nógvum akademiskum og øðrum nevndum og ráðum gjøgnum árini bæði í Føroyum og uttanlands. Hann var til dømis formaður í Grundlógarnevnd Føroya Landsstýris í fleiri ár. Hann er eisini fyrrverandi formaður í Føroya Fróðskaparfelag og Føroya Forngripafelag. Hann hevur verið limur í Kungliga Gustav Adolfs Akademien för svensk folkkultur síðan 1994. Í 1989 fekk Jóan Pauli íslendska riddarakrossin undir falkaordanum handaðan. Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fekk hann í 2015 fyri bókina “Bót og biti”. Jóan Pauli hevur útgivið sera nógvar bøkur gjøgnum árini, og tann seinasta, “Føroya Keypssamtøka 60 ár”, er júst komin í bókhandlarnar – á sjálvum 80 ára degnum hjá høvundanum.
Jóan Pauli eigur tvær døtur, Durita og Birita, sum báðar búgva í Havn.
Sjálvur havi eg “bara” kent Jóan Paula í góða fjórðingsøld, sum er umleið helvtin av mínum lívi. Vit komu at kennast á Setrinum, tá ið eg fór undir ph.d.-lestur á Søgu- og samfelagdeildini (SSD), sum tá húsaðist í gomlu gulu húsunum hjá Lous Zachariassen í J.C. Svabosgøtu 7.
Eg hevði lisið antropologi í Oslo og Keypmannahavn og átti fleiri av bókunum, sum Jóan Pauli hevði skrivað. Eg setti ynski fram um at fáa Jóan Paula til ph.d.-vegleiðara, og tað játtaði hann beinanvegin. Fólkalívsfrøði og antropologi (mannfrøði) eru vísindagreinir, sum hava sera nógv í felag. Viðhvørt er trupult at siga, hvar ið markið millum tær gongur, men hetta kjakið skal eg ikki brúka tíð uppá her. Tað stutta av tí langa er, at vit vóru nærmastu fakligu skyldfólk. Jóan Pauli Joensen og Eyðun Andreassen, sum er professari emeritus í fólkaminnisfrøði á Føroyamálsdeildini, og sum eisini er føddur í 1945 (hann fylti 80 ár tann 27. februar í ár), vóru mínir nærmastu grannar í fakligum høpi.
Sum antropologur var eg serliga áhugaður í samtíðini, meðan Jóan Pauli hevði serligan áhuga fyri tí (sið)søguliga, hóast tað gamla og tað nýggja altíð vilja vera í einum samspæli í einari livandi mentan. Eitt annað, sum vit høvdu í felag, var, at vit høvdu lisið í øðrum Norðurlandi enn Danmark (og tað sama er galdandi fyri Eyðun, sum hevði lisið í Oslo). Tað var sera hugnaligt og fakliga mennandi at vera ph.d.-lesandi á Setrinum hesi árini. Starvsfólkahópurin var lítil, men vitanin á staðnum var stór. Jóan Pauli oysti av síni stóru vitan um gomlu fólksligu mentanina í Føroyum, sum hevur kastað so nógvar virðismiklar bókaútgávur av sær.
Jóan Pauli hevur skrivað um bóndasamfelagið, slupptíðina, fiskimenn, neytahald, putursukurveðrar, pátrúgv, trúgv, brúdleypssiðir, grindadráp, hús, komfýrar, matmentan, matframleiðslu, keypssamtøkur, fólkamentan, modernisering, gransking og mangt annað.
Hansara bøkur geva lesaranum innlit í mentanarligu broytingarnar, sum eru farnar fram í Føroyum seinastu øldirnar sum til dømis, tá ið hann í bókini “Í stovuni sofu, í køki komfýr” (2020) greiðir frá, hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld til 1960.
Jóan Pauli hevur ikki bara skrivað bøkur og greinir, men hevur eisini miðlað sína vitan gjøgnum undirvísing, fyrilestrar, røður, kjakfundir, útvarps- og sjónvarpssendingar, o.s.fr. Hann er ein sera gávaður forteljari. Tað er altíð undirhaldandi og inspirerandi at lurta eftir Jóan Paula, tí at hann hevur eitt ríkt og livandi mál - bæði í skrift og talu -, og sum røkkur út til eina breiða fjøld.
Hjartaliga tillukku á 80 ára degnum, Jóan Pauli!
Firouz Gaini