Ongi úrslit

Jimmy flytur norður á Argir

AB hevur skrivað undir sáttmála við nigerianskan spælara, sum hevur verið lyklaspælari á Vágseiði

Argja Bóltfelag
8. november kl. 10:21

Argja Bóltfelag skrivaði soleiðis í gjárkvøldið:

Í kvøld kann AB kunngera fyrsta leikarastyrkin til komandi kappingarár, tá AB aftur verður at síggja í Betrideildini. Vit eru sera fegin um at bera tey tíðindi, at Jimmy Abdul, ið hevur verið ein sterkur verjuspælari hjá FC Suðuroy síðstu árini, hevur skrivað undir sáttmála við AB. Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027.

Talan er um ein skjótan, væl vaksnan og sterkan miðverja, ið nú verður at síggja á Argjum. Jimmy, sum er ættaður úr Nigeria, kom til FC Suðuroy á sumri 2022, og tað gjørdist beinanvegin sjónligt fyri øll, at hesin spælarin hevði støðið til meira enn at spæla í 2. deild og 1. deild. Saman við liðfeløgunum í FC Suðuroy framdi Jimmy tað bragd at flyta upp tvær ferðir á rað; fyrst úr 2. deild í 2023 og síðani úr 1. deild upp í Betrideildina í 2024. Leingi var eisini líkt til, at FC Suðuroy skuldi varðveita sætið í bestu deildini í ár, men á seinasta leikdegi blivu suðuroyingarnir yvirhálaðir av 07 Vestur.

Jimmy Abdul hevur verið ein stórur profilur fyri FC Suðuroy síðstu árini, og vit hava sera góðar vónir um, at hann kann blíva ein sannur fongur fyri AB komandi tvey árini.

Í AB verður Jimmy liðfelagi við landsmannin, Obule Sunday Moses, so AB nú hevur tveir leikarar úr Nigeria. Jimmy er í løtuni staddur heima í heimlandinum, og tí hava vit ikki nakra mynd av honum í AB-búnanum enn, skrivar AB.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14