Ongi úrslit

Jarðfeingi klagar Kringvarpið fyri at bera misvísandi tíðindi um Suðuroyartunnilin

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Viðgerðin hjá Kringvarpinum av jarðfrøðiliga arbeiðinum viðvíkjandi suðuroyðatunnilinum, var so misvísandi, at Jarðfeingi við hava Kringvarpið at koma við eini rættleiðing.

Sostatt hevur Niels Christian Nolsøe, stjóri í Jarðfeingi sent stjóranum í Kringvarpinum, Magnus Dam, eina klagu.

Talan er um umrøðuna í Kringvarpinum um jarðfrøðina í økinum við Skarvanes, tí har sigur Kringvarpið, at Jarðfeingi mælir til, at øki við Skarvanes verður jarðfrøðiliga kannað nærri, áðrenn linjuføringin til suðuroyðatunnilin verður løgd endaliga.

Kringvarpið sigur eisini, at óvissan um jarðfrøðina størri enn áður hildið.

Og somuleiðis sigur Kringvarpið, at »Løgmaður og Jarðfeingi siga hvør sítt um Djúpadal«. Og harafturat sigur Kringvrpið eisini, at »Aksel V. Johannesen sigur, at ongar reyðar lampur lýsa, men Jarðfeingi mælir til fleiri jarðfrøðiligar boringar«.

Men hesi tíðindi eru so misvísandi, at Jarðfeingi klagar til stjóran í Kringvarpinum um viðgerðina. Og somuleiðis sæst í klaguni frá Jarðfeingi, at tey halda, at Kringvarpið hevur lagt teimum orð í munnin, sum tey ongantíð hava sagt.

- - -

Klagan frá Jarðfeingi til stjóran í Kringvarpinum, ber heitið: Klaga um innsløg í útvarpinum tann 8. Januar á middegi og um kvøldi.

Vit hava fingið fatur á klaguni, sum varð send Magnusi Dam nú týsdagin 13. januar, og hon er soljóðandi:

Tann 8. januar á middegi er eitt innslag í útvarpinum, har byrja varð við at siga, at “Jarðfeingi mælir til, at øki við Skarvanes verður jarðfrøðiliga kannað nærri, áðrenn linjuføringin til suðuroyðatunnilin verður løgd endaliga”.

 Tað er rætt, at vit mæla til at kanna øki við Skarvanes nærri, men vit hava hvørki skriva ella sagt, at hetta má gerast áðrenn linjuføringin til suðuroyðatunnilin verður løgd endaliga. Hetta má vera nakað sum journalisturin sjálvur er komin fram til.

Seinni í somu sending varð sagt, at “Frágreiðingin staðfestir nevniliga eina stóra asymetriska fold,(…) sum liggur í tí økinum. Jarðfeingi sigur í niðurstøðuni, at øki má kannast nærri, tí tunnilin, sambært linjuføring 1A, fer gjøgnum hetta sama øki tríggjar ferðir. Og tí er stór óvissa um jarðfrøðina, enn áður hildið”.

 Vit hava ongantíð sagt, at tað er stór óvissa um jarðfrøðina í økinum við Skarvanes. Tvørturímóti, so er óvissan lítil, tí hetta øki eftirhondini er nágreiniliga kannað.

Faldin út fyri Skarvanes er væl kortlagdur og Jarðfeingi veit hvar hann er. Orsøkin til at Jarðfeingi hevur mælt til at gera nakrar boringar afturat, er fyri at fáa enn meira vitan um faldin. Ítøkiliga merkir hetta, at tann óvissan, sum altíð eru við jarðfrøðiligum forsøgnum, verður eitt vet minni.

Í útvarpstíðindunum kl 18:00 var tað so m.a. sagt, at “Heri Ziska sigur, at (...) jarðfrøðiliga kann stovnurin staðfesta, at óvissan er størri undir Skarvanesi, enn í øki har ongin faldur er”.

Hetta hevur Heri Ziska ikki sagt og tað er heldur ikki rætt. Óvissan er minst undir Skarvanesi, tí onnur øki eru ikki blivin kannaði í sama mun sum øki við Skarvanes.

Tað er týdningarmikið fyri tann, sum byggir tunnilin, at vita, at tað er ein fold júst har, so fyrilit kunnu takast fyri tí, tá tunnilin verður bygdur. Men Jarðfeingi hevur onki sagt um hvussu trupult ella lætt tað er at byggja ein tunnil gjøgnum ein slíkan fold. Tað er uppgávan hjá tunnilsverkfrøðingum, og ikki jarðfrøðingum, at meta um.

Samanumtikið er í høvuðsheitum talan um tveir skeivar pástandir hjá Kringvarpinum í hesum báðum tíðindasendingunum:

  1. At endaliga linjuføringin kann ikki verða løgd fyrr enn eyka kanningar, viðmæltar av Jarðfeingi, eru lidnar. Hetta hava vit ongantíð sagt og tað er heldur ikki rætt.

  2. Jarðfrøðiliga óvissan er størri undir Skarvanesi, enn í øki har ongin faldur er. Hetta er júst øvugt av sannleikanum, tí øki við Skarvanes er nágreiniliga kannað.

Hartil kemur ein pástandur í grein á heimasíðuni hjá Kringvarpinum tann 9. Januar við yvirskriftini “Løgmaður og Jarðfeingi siga hvør sítt um Djúpadal” og undiryvirskriftini “Aksel V. Johannesen sigur, at ongar reyðar lampur lýsa, men Jarðfeingi mælir til fleiri jarðfrøðiligar boringar”.

Tað er uppgávan hjá Jarðfeingi uttanveltað at lýsa jarðfrøðina eftir eini ávísari tunnilslinju. At Jarðfeingi mælir til fleiri kanningar er púra vanligt í tunnilverkætlanum og ikki í andsøgn við pástandin hjá løgmanni um at ongar reyðar lampur lýsa.

- - - 

Sum sagt er klagan send týsdagin, og í gjár, lat Kringvarpið við seg koma. Tá skrivar tíðindaleiðarin, Katrin Petersen, soleiðis á heimasíðunui hjá Kringvarpinum:

Presisering til tíðindayvirskriftirnar 8. januar 

Jarðfeingi mælir til nærri kanningar, men setur ongar treytir fyri linjuføringina

Kringvarpið segði í útvarpstíðindunum kl 12.20 8. januar at:

“Jarðfeingi mælir til, at økið við Skarvanes verður jarðfrøðiliga kannað nærri, áðrenn linjuføringin til suðuroyðatunnilin verður løgd endaliga.”

Hetta kann skiljast sum, at Jarðfeingi setir treytir fyri, hvat skal verða kannað, áðrenn linjuføringin verður løgd. Jarðfeingi hevur ikki hesa heimild, og vit skulu tí presisera, at Jarðfeingi bert mælir til at økið við Skarvanes verður jarðfrøðiliga kannað nærri.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50