Kanadiski umhvørvis- og hvalaaktivisturin Paul Watson, hevur í áratíggjur skapt yvirskriftir orsakað av hansara umstrídda framferðarhátti. Í løtuni er hann fongslaður í Grønlandi, har bíðað verður, um Danmark útflýggjar hann til Japan.
Í sendingini ‘Deadline` hjá Danmarks Radio, varð aktuella málið um Watson viðgjørt í gjárkvøldið.
Umframt kjak millum føroyska fólkatingsmannin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrð Skaale, og Søren Egge Rasmussen, fólkatingsmann fyri Eindarlistan, var Jens Sejrup, Japan-serfrøðingur, í sjónvarpstovuni.
Sambært Sejrup, kann avgerðin hjá Danmark í málinum um útflýggjan av Paul Watson til Japan fáa avleiðingar fyri sambandið millum londini, sum søguliga hevur verið gott.
- Sambandið millum Danmark og Japan er teytað av, hvat Danmark velur at gera, segði Jens Sejrup í Deadline.
Paul Watson hevur síðan 2012 verið altjóða eftirlýstur gjøgnum Interpol, tí Japan heldur, at Watson aftur og aftur hevur brotið lógina við sínum militanta aktivistiska framferðarhátti. Tá hann 21. Juli steðgaði í Grønlandi fyri at bunkra, varð hann handtikin av grønlendskari og danskari løgreglu.
Jens Sejrup heldur, at danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, skal hugsa seg væl um áðrenn næsta fetið í málinum verður tikið.
- Danmark kann enda í eini klossutari støðu, við fyrst at ganga ynskinum hjá Japan á møti um at handtaka Paul Watson, og síðani ikki velja at útflýggja hann, sum hoyrir við til japanska ynski. Danmark skal í øllum førum hava eitt sera gott argument fyri hví í allari víðu verð man handtekur hann, um man kortini ikki ætlar at útflýgja hann, segði Jens Sejrup.
Síggj alla sendingina her