Ongi úrslit

Jann Benjaminsen til B36

B36 boðar, við einum filmsbroti, í kvøld frá, at Jann Benjaminsen er nýggjur í hópinum

Ragnar Sjúrðarson
16. februar 2023 kl. 20:57

– Eg taki støðu innan eina viku. Tað verður antin í Noregi, Íslandi ella í Føroyum, at eg spæli komandi kappingarár.

Tað segði Jann Benjaminsen við Dimmlætting tann 11. februar.

Nú er greitt at fyrrverandi NSÍ leikarin, Jann Benjaminsen, skal spæla við B36 í komandi kappingarári. 

B36 hevur í kvøld lagt eitt filmsbrot á teirra Facebook vanga, har Jann undirskrivar sáttmálan, sum ger hann til B36 leikara í 2023.

-    Eg síggi B36 sum eitt sera spennandi projekt. B36 hevur endað ov niðaliga seinastu árini og nú er tað uppá tíðina at B36 kemur upp í toppin aftur, sigur Jann Benjaminsen í filmsbrotinum.

Jann hevur høgar vónir til komandi kappingarárið hjá árstalsfelagnum úr Havn.

-    Kappingarárið 2023 verður sera spennandi. Vit hava ein sera sterkan hóp og koma heilt sikkurt at berjast um FM heitið.

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

17 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24