Í dag hósdagin 2. apríl, skírisdag, fyllir Jan Müller 75 ár. Hann hevur í meiri enn hálva øld verið partur av føroyska fjølmiðlaheiminum, og frá 1978 og í meiri enn 30 ár var hann oddamaður á Sosialinum og seinni í Miðlahúsinum, sum eisini rak Portalin og útvarpsstøðina Rás2.
Hóast hann í dag fyllir 75 ár, so er Jan framvegis virkin fjølmiðlamaður. Nógvu tey seinastu árini hevur tað verið og er tað oljan og orka í breiðum høpi, sum hann fylgir sera væl við í, og tá ið hann á orkan.fo skrivar um rák og møguleikar á altjóða pallinum og eisini í heimligum høpi, so er tað maðurin við best innlit av øllum í Føroyum, sum kunnar og perspektivar.
Barnaheimið var á Landavegnum, og tíðindi og miðlar og tað at leggja til rættis og at skipa fyri vóru heilt tíðliga eyðkendir eginleikar.
Jan er havnarmaður. Mamman var Mia fødd Hansen og av Funningsstovuslagnum, og pápin var Eiden Müller, sum mundi vera ein av fyrstu føroyingunum við journalistútbúgving. Hann lærdi á Politiken og arbeiddi í mong ár á Dimmalætting, áðrenn hann fór at arbeiða fyri seg sjálvan og skrivaði fyri fleiri útlendsk bløð og tíðindastovur.
Mamma Eiden, Ebba, var úr Slagelse. Zahle, sum var framstandandi radikalur politikari og forsætismálaráðharri, var pápabeiggi hennara. Ebba var gift H. C. Müller, sum var útbúgvin juristur og vinnulívsmaður í Havn. Hann doyði blaðungur, og Ebba rak síðani virksemið, eitt nú sum DFDS umboð og eitt skifti sum formaður í Reiðarafelagnum.
Mia og Eiden fingu tríggjar synir: Frank, Jan og Michael sum allir búgva í høvuðsstaðnum.
Áhugin fyri samfelagsviðurskiftum í breiðum týdningi var góður íblástur hjá Jan til journalistikkin. Útbúgvingarliga gjørdi hann ein umveg, sum helst hevur verið hentur í lívsstarvinum. Eftir málsligt studentsprógv í Hoydølum fór Jan í 1971 niður til Keypmannahavnar, har hann fór undir lestur í fornaldarfrøði og samfelagsfrøði. Steðgurin var kortini ikki langur, og í 1972 var hann millum teirra, sum fóru undir spildurnýggja støðisútbúgving í náttúruvísind á Fróðskaparsetrinum.
Tíðliga í tíðini skrivaði Jan um ítrótt og ungdómsviðurskifti í Dagblaðnum, og tað sigst, at tað varð heitt á hann um har at taka størri ábyrgd á seg. Jan vildi tó fegin útbúgva seg meiri. Hann fór á journalistskúlan í Århus í 1974, og tá ið hann leyk prógv fýra ár seinni, hevði hann verið í praktikk í eitt hálvt ár í útvarpinum og í eitt ár á Sosialinum.
Fyrstu av mongu árunum á Sosialinum arbeiddi Jan saman við Torfinni Smith, sála, síðani saman við Kristjani Dahl, sála, og so komu fleiri yngri uppí og vóru við at bera víðari.
Fyrstu árini var tað í trongum umstøðum í Sjúrðargøtu. At flyta út á Argir mundi kennast sum risa betring av karmunum, og tá ið Sosialurin so flutti heim í Vágsbotn, segði Jan seg kenna møguleikarnar at vera margfaldar, og hann stóð á odda í fleiri nýskapanum .
Spurningurin hjá flokspolitisku bløðunum var meiri nær, enn um lykilin skuldi snarast um. Meðan hini bløðini fóru, so eydnaðist tað Jan og feløgum hansara at menna Sosialin. Pressa varð sett í kjallaran á Argjum, útgávurnar fjølgaðust frá tveimum til tríggjar og síðani fimm ferðir um vikuna, og tað eydnaðist eisini at gera gamla dreymin til veruleika um at keypa blaðið frá Javnaðarflokkinum.
Samstundis sum karmarnir vórðu víðkaðir og rúmkaðir, so megnaði Jan við sínum stóra hugflogi og arbeiðssemi at stríðast fyri journalistkum dreymum og málum:
Sosialurin og Jan settu tíðliga professionellan fotograf, hann so at siga uppfann Óla Petersen sum blaðteknara síðst í áttatiárunum, og teir á Argjum mundu vera millum teir fyrstu í kongaríkinum at bjóða internettænastur. At gera blaðið sjónligt stríddist Jan fyri við fyrst at seta redaktiónir kring landið, síðani við rullandi redaktiónini og so komu Portalurin og Rás2.
Tað var oftast soltið við útbúnum journalistum. Tí var neyðugt við ungum og hugagóðum fólkum. Jan gav nógvum ungum spírum kjans at royna seg, og tey eru nógv, sum minnast aftur á læruríkt tíðarskeið saman við Jan Müller.
Tað var tiltikið at vera á redaktiónsfundi saman við Jan. Hugskotini og vinklarnir vóru sum mjølið í krukkuni á sinni. At netverkið hjá fryntliga og eldhugaða Mülleranum var so ógvuliga stórt og víðfevnt kom væl við í redaktørarbeiðnum.
Í sínum langa lívi sum journalistur hevur Jan havt serlig evni at lofta og útgreina tað, sum var frammi í tíðini, og sum tað kundu vera møguleikar í. Serliga var hann hugtikin av og skrivaði um teir, sum hava roynt okkurt alternativt: svartkjafturin og Jens Eli Ellefsen og Mortan Johannesen, aling av sílum og laksi og Andrias Reinert, aling av gággum og kræklingi hjá Knút Nolsøe, vatnorkuútbyggingin hjá SEV og møguligar umhvørvisligar avleiðingar, John Smith og burðardygg fiskivinna, kaldbaksbátarnir og royndirnar hjá Guttormi Djurhuus í India, ferðafrásøgnir úr Egyptalandi saman við Hermani Jacobsen og kolaferðin til Svalbard saman við Tormóti Dahl vóru dømi um hetta.
Nógvu tey seinastu árini hevur oljan og orkan verið á dagsskránni, og seinastu meiri enn 15 árini hevur Jan kunnað á heimasíðuni oljan.fo og nú orkan.fo. Har ber mest sum hvønn dag til at lesa nýggj tíðindi, og tað er ikki eiti á olju og orkusambondum, sum Jan hevur kring allan knøttin. Hann hevur ferðast víða og eitt nú lýst oljuvinnuna í Alaska, og fleiri ferðir hevur hann vitjað á boripallum. Nógv av hesum var í 2014 savnað í bókini OLJAN, sum Jan legði til rættis saman við Tróndi Djurhuus. Har ber millum annað til at lesa um yvirtøkuna av ráevnum í undirgrundini, marknaðarsamráðingarnar við Bretland og árinið á samfelagið og mentanina.
Hóast hann nú er 75 ár, so er Jan framvegis fremsti føroyski journalistur í olju og orku. Hann er stjóri í Føroya Orkuídnaðarbólki ella FOÍB, og hann hevur framvegis sum eingin annar fingurin á pulsinum. Tað er Jan, sum í teksti, myndum og kortum kunnar um tað, sum gongur fyri seg í grannalondum okkara, og hvussu tætt at føroyska markinum tað verður arbeitt, og tað er Jan, sum kunnar um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera heima á landið, tá ið spenningur í heimspolitikkinum rakar orku og olju. Hetta er vitan, sum hann støðugt fær frá góðu sambondunum, sum hann hevur uttanlands og við at fylgja við í miðlum kring allan heimin, og hann syrgir fyri at fáa relevantar persónar at koma til Føroya at tosa um møguleikar, og hann møtir upp á ráðstevnum í Bretlandi og Norra og aðra staðni kring heimin.
Jan er giftur Tove Thomsen úr Klaksvík. Hon er rólig, tolin og góður sparringspartnari. Børn teirra eru Durita og Eyðun og John, sum Tove átti frammanundan, og nú eru fleiri løgst aftrat í næstu ættarliðunum.
Góði Jan. Hjartaliga til lukku við 75 ára føðingardegnum og takk fyri vinalag og samstarv í nógv ár.
Jóannes Hansen