Ongi úrslit

James Bond er deyður

Skotski sjónleikarin Sean Connery bleiv 90 ár, nú hann legði árarnar inn. Connery var best kendur í sínum leikluti sum tann fyrsti James Bond, har tað bleiv til sjey filmar

Sigurjón Einarsson
31. oktober 2020 kl. 13:20

Sir Sean doyði stillisliga, meðan hann svav. Hann var í hesum døgum staddur í Bahamas, og sum skilst, hevði hann verið eitt sindur illa fyri seinastu tíðina.

Hansara yrkisleið sum sjónleikari var yvir fleiri áratíggju, har hann millum annað vann ein Oscar, tvær Bafta-heiðurslønir og tríggjar Golden Globes.

Av nøkrum av teimum kendu filmum , ið Sir Sean spældi við í, kann nevnast “The Hunt for Red October”, “Indiana Jones and the Last Crusade” og “The Rock”

Men Sean Connery er kendast fyri sínar leiklutir sum bretski njósnarin, ið fangar teir stóru brotsmenninar og fer avstað við tí vakrasta sprundinum, sum 007-loyniumboðið, James Bond.

Hann vann sín Oscar í 1988, tá hann fekk heiðursløn sum besti stuðlandi sjónleikarin fyri sín leiklut sum írski løgreglumaðurin í filminum “The Untouchables”.

Hann varð sligin til riddara av bretsku drotningini á Holyrood Palace í Skotlandi í 2000.

Hann bleiv 90 ár í august.

Mest lisið hesa vikuna

Skal ungdómurin eggjast at droyma kommersielt?

29. august kl. 23:43

Stolnir málningar á rótikassanum

28. august kl. 13:32

Tvær bygdir í Suðuroy fáa grind í dag

30. august kl. 16:39

Krígsbrotsverk – Fólkadráp – Brotsverk móti mannaættini: Tað byrjaði ikki 7. oktobur 2023

Í gjár kl. 22:35

Sleppa ikki í land av Galaxy á Krambatanga

Í gjár kl. 13:18

Suðuroyartunnilin vendir Suðuroynna á høvdið

30. august kl. 10:12